Hvalastøðin við Áir

 
hvalastøð_1.jpg
 

Hvalastøðin við Áir er tann einasta eftir av teimum tilsamans 7 føroysku hvalastøðum, sum vórðu settar á stovn báðumegin 1900. Hvalastøðin við Áir varð sett á stovn í 1905, og er tann einasta av norskum uppruna, sum enn stendur uppi á norðara hálvu.

Einans tríggjar hvalastøðir eru eftir av teimum til samans 214 hvalastøðum, sum norðmenn reistu fram við strondunum í øllum heimshøvunum. Ein er eftir í Albany í Australia, ein er á South Georgia í Suðuríshavnum – og síðani er tað hvalastøðin við Áir. Aðrar tjóðir høvdu eisini hvalastøðir, og onkrar teirra eru eisini varðveittar.


 
 

© Bjarnheðin í Hoyvík og Tjóðsavnið

Hvalaveiðusøga føroya

Stórhvalaveiðan undir Føroyum var upprunaliga norskt áhugamál. Hvalastøðin við Áir er tann einasta eftir av teimum tilsamans 7 føroysku hvalastøðum, sum vórðu settar á stovn báðumegin 1900:

1894: støðin á Gjánoyri, norðanfyri Streymin. Helt uppat í 1925.
1898: støðin í Norðdepli. Helt uppat í 1920.
1901:støðin í Funningsfirði. Helt uppat 1925. 
1901: støðin í Lopra. Helt uppat í 1953.
1902: støðin í Selvíkum. Helt uppat í 1912. 
1902: støðin á Signabø. Helt uppat í 1912. 

Síðan var tað hvalastøðin við Áir, ið varð sett á stovn í 1905. Hon er tann einasta av norskum uppruna, sum enn stendur uppi á norðara hálvu.

Einans tríggjar hvalastøðir eru eftir av teimum til samans 214 hvalastøðum, sum vóru fram við strondunum í øllum heimshøvunum. Tær flestu vóru norskar. Ein er eftir í Albany í Australia, ein er á South Georgia í Suðuríshavnum – og síðani er tað hvalastøðin við Áir. 

Her ber til at síggja eitt yvirlit yvir norskar hvalastøðir, báði tá og í dag.

Støðin við Áir tók seinast ímóti stórhvali fyrst í 1980-árunum, men sum støð, ið framleiddi lýsi, turrfóður til útflutnings, seldi stórhvalatvøst til skip og tað føroyska húsarhaldið, helt hon uppat í 1958, hóast støðin var opin nøkur ár í 1960- og 1970-árunum. 
 

Um verkætlanina

Hvalastøðirnar vóru við til at ídnaðarmenna Føroyar. Stórhvalaveiða hevði við øðrum orðum ein serligan samfelagstýdning fram til uml. 1960.

Síðan várið 2010 hava Náttúrugripasavnið og Fornminnssavnið hjá Søvnum Landsins arbeitt á støðini við Áir at rudda, beina burtur og savna saman amboð og útgerð á støðini at varðveita framyvir. Hvalastøðin við Áir skal gerast til savn.

Bæði søguliga og náttúrusøguliga er støðin ein hugvekjandi fongur fyri ikki bert Sundalagið, har tríggjar hvalastøðir vóru, men eisini fyri allar Føroyar. 

Verkætlanin er grundað á ávegis álit, sum varð latið Mentamálaráðnum í 2007. 

Leinkjur


 

Samband

 
Previous
Previous

Kirkjubømúrurin