Hvalastøðin við áir

– eitt ídnaðarminni

Hetta er tann seinasta hvalastøðin av teimum sjey, sum vórðu settar upp í Føroyum millum 1894 og 1905. Tað vóru norskar fyritøkur, sum fóru í holt við vinnuliga hvalaveiði. Norðmenn høvdu veitt hval í norskum sjógvi, í íslendskum, føroyskum, hetlendskum sjógvi og á Hebridunum, og fóru síðan eisini í Suðuríshavið. Teir vóru í Føroyum fram til uml. 1930.

Norðmenn komu til Føroyar við dampdrivnum hvalabátum og hvalastøðum. Tí er hvalastøðin við Áir norskur ídnaðararvur. Chr. Salvesen & Co., ein norsk fyritøka í Skotlandi, setti upp hvalastøðina við Áir. Støðin skifti eigarar fleiri ferðir. Í 1958 helt fyritøkan Pf. Hvalarakstur hjá J.F. Kjølbro uppat, og í 1960-70-árunum minkaði veiðan. Tann síðsti hvalurin varð skotin og flensaður her á støðini í 1984

Ídnaðararvur er mentanararvur, sum hevur sett síni spor í nærumhvørvinum og í samleikanum hjá fólki.

Vælkomin á hvalastøðini við Áir.


22. JUNI - 11. AUGUST

 

Leygardag - sunnudag
kl. 10 - 17

Við Áir
Telefon 340 500
savn@savn.fo