Sløg skrásett siðan 2019

Sløg skrásett yvir tíð

Nýggjastu skrásetingar

SAMSTARV

Toke Thomas Høye
(Aarhus University, Denmark)


Koltur

Náttúrufriðøki og rannsóknarstøð

Vakrari stað enn Koltur er ikki lætt at finna til tað fyrsta náttúrufriðlendi í Føroyum. Landslagið er serstakt og fjølbroytt við nógvum djóra- og plantusløgum. Enn eru sera fá innslødd sløg at finna á oynni, og orsakað av, at hon hevur verið rættiliga avbyrgd, hevur Koltur verið væl vard ímóti ídnaðarligari ávirkan í mun til aðrar føroyskar oyggjar. Hon gevur tí eina góða fatan av, hvussu føroyingar í farnari tíð hava livað við og av náttúru. Nú er so tíðin komin til at tryggja, at føroysk náttúra verður vard og endurskapað, so hon kann njótast av komandi ættarliðum.


VERKÆTLAN

Eitt náttúrufriðøki verður í nærmastu framtíð skipað Koltri. Sum fyrsta lið í hesi ætlan skipar Tjóðsavnið fyri at skráseta plantur og djór á oynni og skapa eitt yvirlit yvir lívmargfeldið, sum tað sær út nú. Eitt slíkt yvirlit skapar grundarlag undir langtíðareftirliti við vistfrøðini, endurskapan av upprunanáttúru og burðardygga nýtslu av Koltri til frítíðar- og undirvísingarendamál. Rannsóknarstøðin á oynni verður útbygd, so hon kann hýsa vísindafólkum úr Føroyum og øllum heiminum.


PLANTUVØKSTUR

Plantumargfeldið í Koltri er stórt, tá hugsað verður um støddina á oynni, og har finnast minst trý sløg, sum eru á føroyska reyðlistanum fyri hótt sløg. Graslendi er vanligasta vakstrarlendið, men onnur meira serstøk plantusamfeløg eru eisini at síggja. Strondin fyri sunnan og eiðið mitt á oynni fáa nógv sjórák yvir seg, og har trívast m.a. mjátt sjógras (Armeria maritima) og læknaeirisgras (Cochlearia officinalis) væl. Norðanfyri í brattlendinum og í óatkomiligum homrum er gróðrarmikl vøkstur sum er sjáldsamur at síggja. Har finnast vakrar plantur so sum hjálpirót (Rhodiola rosea) og litingarsortugras (Geranium sylvaticum), umframt ymsir trøllkampar.


FUGLAR

Søguliga hevur lundi, skrápur og havhestur verið tikin til matna í Koltri. Hetta er broytt og í dag síggja vit virði í fuglinum sum ein part av lívmargfeldinum og ikki sum føði. Á bønum og í haganum búleikast heiðafuglur so sum mýrisnípur (Gallinago gallinago), spógvar (Numenius phaeopus) og hartil er eitt stórt ternubøli (Sterna paradisaea). Í gomlu endurbygdu gróthúsunum eiga drunnhvíti (Hydrobates pelagicus) og músabróðir (Troglodytes troglodytes).

Fuglalívið í Koltri hevur sum heild góð livikor orsakað av, at ongin innræsin skaðadjór - so sum rotta, mús og flatmaðkur – eru til staðar.

https://www.tjodsavnid.fo/natturan-i-koltri/fuglar

RYGGLEYS DJÓR

Samfeløgini av ryggleysum djórum í Koltri umboða væl ryggleys djór í Føroyum sum heild. Lutfalsliga fá plantuetandi sløg eru at finna, og í svørðinum eru tað í stóran mun altetandi og ránsdjór sum ráða, harímillum svarta- og skildisklukkur (Carabidae og Staphylinidae), eiturkoppar (Araneae) og torvatrøll (Opiliones). Av teimum flúgvandi skordýrunum eru tað tvíveingir (Diptera) sum ráða , bæði tá viðvíkur tal av sløgum og djórum. Koltur er serlig av tí at innræsin sløg so sum flatmaðkur (Arthurdendyus triangulatus) og morsnigil (Arion vulgaris) ikki eru komin til oynna, og hava tískil ikki kunnað ávirkað djórasamfeløgini har.


RANNSÓKNARSTØÐ

Rannsóknarstøði í Koltri húsast í verandi løtu Niðri í Húsi, sum er niðari garður í býlinginum Heima í Húsi. Pláss er til fýra granskarar í senn, og í støðini eru mest neyðugu hentleikarnir til rannsóknarvirksemi.

Vit taka fegin ímóti umsóknum um samstarv í samband við granskingarverkætlanir.


Koltur facts:

Flata: 2,30 km²
Sker: 5
Fjøll: Uppi á oyggj (477m) and Fjallið (101m)


Samband

Janus