Til jarðareigarar

Lendisbati hevur ábyrgd av økjum kring alt landið, har endurbøtandi átøk verða framd saman við óðals- og festibóndum og øðrum jarðareigarum. Átøkini eru eitt tilboð til bøndurnar og aðrar jarðareigarar, sum sjálvbodnir kunnu leggja lendi til átøkini. Øll átøk verða gjørd í tøttum samstarvi við bøndurnar, sum kenna øki síni best og tí kunnu koma við góðum ráðum og í fleiri førum beinleiðis luttaka í arbeiðinum.

Lendini, ið verða endurbøtt, eru kring alt landið. Tey eru ymisk í vavi og slagi. Hetta gevur møguleika fyri at menna vitan innan ymisk náttúruøki í Føroyum, so sum graslendi, vátlendi og heiðalendi.

Bøndur og aðrir jarðareigarar eru vælkomnir at seta seg í samband við Tjóðsavnið, um áhugi er fyri at fáa bøtt lendi sítt.


Samband