Plantukanningar í Koltri

 

Plantufrøðingar gera í hesum døgum plantukanningar á Koltri, har millum annað verður farið undir at skráseta øll plantusløgini av nýggjum. Einastu plantuskrásetingar gjørdar í Koltri vóru í 1964, tá plantufrøðingurin Kjeld Hansen var í oynni og eygleiddi gróðurin.

Hann gekk tá eina serliga rutu og skrásetti planturnar, hann sá. Tá vórðu 109 plantusløg skrásett, og ætlanin í summar er at skráseta og fáa til vega ein dagførdan plantulista fyri Koltur. Umframt at ganga somu rutu sum Kjeld Hansen gekk á sinni, skal øll oyggin kannast fyri at vita, um nýggj plantusløg eru komin ella plantusløg eru horvin síðani. Eisini verða øll tey ymisku lendissløgini skrásett, so til ber at gera eitt yvirlit yvir, hvørji plantusamfeløg trívast í oynni.

Ábendingar eru um, at gróðurin er broyttur seinastu 50 árini, tískil er serliga spennandi at fara undir hesar kanningar.

Fylg við á Instagram

Hava tit hug at síggja, hvat hendir á Koltri í summar, kunnu tit fylgja við á Instagram hjá Tjóðsavninum


Samband

 
Previous
Previous

Rundvísingar á Hvalastøðini við Áir í summar

Next
Next

Kortlegging og eftirlit við havbotninum