logo reytt/hvítt
 Um Søvn Landsins        Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
navnið 2        
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta




 
Atgongd til skjøl

Flestu savnindi (skjøl), sum eru latin Landsskjalasavninum, eru atgongd, tá tey eru ávikavist 20 og 30 ára gomul. Fyri savnindi, sum innihalda privatar upplýsingar hjá einstaklingum, er atgeingisfreistin vanliga ávikavist 75 og 80 ár. Tað ber eisini til hjá avhendandi myndugleika ella privatfólki, í samráð við Landsskjalasavnið, at áseta serligar atgeingisfreistir.

Søkjast kann um at síggja mál, sum innihalda persónsupplýsingar, antin til granskingarendamál ella upplýsingar um egin viðurskifti. Nýtt verða serlig umsóknarbløð, sum eru tøk á Landsskjalasavninum ella á heimasíðuni. Tak niður umsóknarblað.

Loyvi verður givið grundað á endamálið við umsóknini. Somuleiðis verða treytir settar til eitt møguligt loyvi. Treytirnar eru t.d., at upplýsingar, sum eru tøkar í skjølunum ikki mugu berast víðari, og at skjølini ikki mugu almannakunngerast á ein slíkan hátt, at persónlig viðurskifti kunnu kennast aftur.

Hesi viðurskifti eru skipað sambært ávikavist “Ll. nr. 49 frá 28. apríl 1992 um Føroya Landsskjalasavn”, §§ 11-16 og sambært “Lovbekendtgørelse nr. 1035 af 21. august 2007 om Arkivloven”, §§ 22-43.