logo reytt/hvítt
 Um Søvn Landsins        Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Uppgávuhjálp ikon


EBI2 ikon






 
Skúli og bókasavn

Sum meginbókasavn fyri alt landið veitir Føroya landsbókasavn tænastur til næmingar og lærarar í miðnámsskúlum og í framhaldsdeild fólkaskúlans. Á okkara heimasíðu bjóða vit fram fleiri hentleikar, sum bæði lærarar og næmingar kunnu fáa gagn av, eitt nú í sambandi við uppgávuskriving og vegleiðing í leiting.

Spyr bókavørðin
Til ber at senda inn fyrispurningar til ein bókavørð á Landsbókasavninum. Fyrispurningarnir kunnu eitt nú snúgva seg um bókmentir (bøkur, greinir o.tíl.), almennar upplýsingar um mangt og hvat, ella um vegleiðing í at nýta okkara tænastur, t.d. leiting í bókasavnsgrunnum ella á alnetinum. Fyrispurningarnir verða svaraðir skjótast til ber.

Uppgávuhjálp
Til skúlanæmingar í framhaldsdeild fólkaskúlans og í miðnámsskúlunum, ið eru komnir í ta støðu, at teir (kanska á fyrsta sinni) skulu skriva eina uppgávu, hava vit heimasíðuna "Hjálp! Eg skal skriva uppgávu!" Har ber til at lesa, hvussu ein fer í holt við fyrireikingarnar til uppgávuna, og har eru eisini savnað nøkur støð (leinki) á alnetinum, har tað skuldi borið til at funnið tilfar ella fingið góð hugskot ella íblástur.

Endamálið við síðuni er serliga at eggja næmingum at brúka bókasøvnini, eisini tá ið teir skriva uppgávur. Bókasøvnini eru jú á tremur við tilfari um alt, ið hugsast kann.

Uppgávuhjálp >>

Elektroniskar bókasavnstænstur - EBI
Elektroniskar bókasavnstænstur eru tíðarrit, greinir, bøkur, handbøkur o.tíl., sum eru at finna á alnetinum. Í Føroyum hava nøkur bókasøvn og nakrir skúlar tikið seg saman um at halda nøkur av teimum frægastu verkunum, sum verða boðin út á netinum. Tey flestu av hesum verkum kosta, og er atgeingið tí avmarkað til tey bókasøvn og skúlar, sum eru við í samstarvinum. Onnur verk kunnu øll brúka ókeypis.

Elektroniskar bókasavnstænstur - EBI >>

Bókasavnskunning
Landsbókasavnið skipar javnan fyri bókasavnskunning. Er talan um skúlaflokkar, ber til at bíleggja tíð á tel. 356500.

Tað ber eisini til hjá bókasøvnum, skúlum og stovnum at bíleggja fólk frá Landsbókasavninum at undirvísa teirra lánarum/brúkarum í leiting við bókasavnsskipanini Aleph.

Bókasavnskunning >>