logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Náttúruarvur

Náttúruarvur er sambært altjóða samtykt ein og hvør natúrligur lutur, fyribrigdi ella hugtak, sum verða mett at hava vísindaligan týdning ella at vera eitt andligt fyribrigdi. Náttúruarvur er tí eitt mentanarligt fyribrigdi og ein liður í mentanararvinum.

Ein partur av virkseminum hjá Søvnum Landsins er at viðgera náttúruarvin í musealum høpi, har uppgávan er at innsavna, skráseta, varðveita, granska og miðla hann úr lokalum, nationalum og globalum perspektivi.

Nærri greinað er tað uppgáva okkara at aktualisera vitan um náttúruarvin og gera hann atkomuligan og viðkomandi, at menna nýtslu og týdning av náttúruarvi fyri borgarum og samfelagi og at tryggja hann til framtíðar nýtslu.