logo reytt/hvítt
 Um Søvn Landsins        Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
navnið 2        
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Plantur í Føroyum
Dýr í Føroyum
Hótt plantusløg
Hótt fuglasløg
Hvalur og kópur
Lívfrøðilig loyvisgeving
 
aa Útflutningur av djórum, plantum og ávísum matvørum
 
  Dráttur av lunda
 
  Ræning av lomvigaeggum
 
  Serlig fuglaveiða
 
  Merktur hvalur

 
Útflutningur av djórum, plantum og ávísum matvørum

Sløg á CITES listanum
Tað er ikki loyvt at flyta øll sløg av djórum og plantum til onnur lond.

Nøkur djóra- og plantusløg í Føroyum eru fevnd av CITES sáttmálanum, og tí er neyðugt at søkja um loyvi, um tey skulu flytast til onnur lond.

Sløg sum krevja loyvi eru t.d. grindahvalur og tjaldursbørkubóndi. Allur listin er her

Ivast tú, so kanst tú ringja til Søvn Landsins.

Tann ið ynskir at flyta eitt djór ella plantu (ella eitt nú eitt sýni tikið til gransking, ella eina grindalykkju til matna) á CITES listanum av landinum, skal senda eina umsókn til [email protected] við yvirskriftini: "CITES umsókn".

Í umsóknini skal standa:
  • Navn og føroysk addressa hjá útflytara.
  • Navn og útlendsk addressa hjá innflytara.
  • Slag, t.d. grind.
  • Endamál, t.d. til matna ella gransking.
  • Hvussu stór nøgdin er. Hon skal í mesta lagið vera 10 kg pr. persón, tá talan er um privata nýtslu.
Vit senda so eitt útflutningsloyvi aftur. Tað útflutningsloyvið skal umsøkjari senda saman við einari umsókn um innflutning til eitt annað land.

Er talan um Danmark, so liggur umsóknarskjalið á heimasíðuni hjá Naturstyrelsen undir "Import/(re)eksport fra/til lande uden for EU".

Umsóknarskjalið skal so sendast til [email protected].

Yvirlit yvir CITES myndugleikar í øðrum londum er her

Sløg ið ikki eru á CITES listanum (Non-CITES)
Tú hevur loyvi at flyta djór ella plantur, ið ikki er á CITES listanum, til onnur lond.

Hóast tað, so kunnu onnur lond hava lógir ella reglur, um flutning av ávísum djóra- og plantusløgum.

Tí kann tørvur vera á eini váttan, sum staðfestir upprunan á útfluttum djórum- og plantum.

Hevur tú innsavnað tilfar, eitt nú til vísindaligar kanningar, so kanst tú biða um eina upprunaváttan frá Søvnum Landsins. Hevur tú keypt, t.d. ein útstappaðan lunda, so skalt tú biða um upprunaváttan frá seljara (ið kann fáa hana frá Søvnum Landsins).

Ynskir tú eina váttan fyri upprunan av einum djóri ella plantu, ið ikki er á CITES listanum, ger so fylgjandi:

Send teldupost til [email protected] við yvirskriftini: Umsókn um upprunaváttan.

Í umsóknini skal standa:
  • Navn og addressa á umsøkjara.
  • "Umsøkjari váttar, at tilfarið nevnt niðanfyri hevur sín uppruna í Føroyum."
  • Slag ella sløg.
  • Hvar og hvussu tilfarið er fingið.
Og á enskum skal standa:
  • Lýsing av tilfari, hvussu nógv av hvørjum.
  • Lýsing av pakka, stødd (HxBxD) og vekt.

Legg merki til, at neyðugt kann vera við øðrum loyvum í samband við flutning av hesum slag.
SAMBAND:
Janus Hansen
340 571
janush@savn.fo
Les meira um
Náttúrugripasavnið