logo reytt/hvítt
 Um Søvn Landsins        Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
navnið 2        
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Ferðing hjá kópi
 
Láturkópurin er einasta kópaslag, ið nørist í Føroyum. Fáar lívfrøðiligar kanningar eru gjørdar av láturkópi, og ókent er, hvussu stórur stovnurin er.

Fyri at fáa kunnleika um, hvussu láturkópur ferðast, vórðu 10 kópar merktir við fylgisveinasendarum í 2007 og 2008. Sendararnir, ið verða festir við lími á grúkin, siga frá eina ferð um dagin, hvar kópurin áleið er. Sendararnir kunnu virka til seint á vetri, tá ið kópurin losar og sendararnir detta av. 

Ferðing hjá kópi

Flestu kóparnir hava mestu tíðina hildið til á somu leiðum, sum teir vóru merktir.

Fyribils úrslit vísa, at kópur er støðufastur.  Eingin kópur hevur ferðast runt millum allar oyggjar, men teir hava fyri tað mesta ferðast upp í saman millum nøkur fá øki, har teir so hava verið eina tíð. Eingin kópur hevur ferðast langt úr landi, og tað eru bert onkur kópurin, ið hevur verið frá landi fleiri dagar upp í slag.

Verkætlanin er fíggjað av Granskingarráðnum.