logo reytt/hvítt
 Um Søvn Landsins        Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
navnið 2        
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Ferðing hjá nísu
 
Nísa er einasta hvalaslag, ið regluliga er at síggja inni við land. Hóast hon eisini sæst longri úr landi, so er ógreitt, hvussu sambandið er ímillum grunt og djúpt vatn. Fyri at kanna hvussu nísa ferðast, og um ferðingin er knýtt at árstíð, kyn og aldri, er ætlanin at merkja nakrar nísur við fylgisveinasendarum.

Higartil er ein nísa merkt. Tað var ein kvennnísa, og hon var 130 cm til longdar. Sendarin var virkin í 49 dagar í tíðarskeiðinum september-oktober 2008. Nísan helt til á einum avmarkaðum øki við Tangafjørð, tó tveir dagar undantiknir, tá ið hon var undir Hesti. 

Ferðing nísa

Skrásetingar av ferðingini hjá nísu undir Føroyum 2008.

FOÍB-samtakið stuðlar verkætlanini.