logo reytt/hvítt
 Um Søvn Landsins        Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta

Hvalur og kópur

Hvalur og kópur eru partur av virkseminum hjá Náttúrugripasavninum.

Sýni verða regluliga tikin av grindahvali, springara, hvessingi og døglingi, ið leggja beinini, og av øllum havsúgdjórum, ið gera landgongd ella skola upp á land. Størstur dentur verður lagdur á at kanna grindahval, springara, hvessing, døgling, nebbafisk, nísu og láturkóp.

Náttúrugripasavnið fær metingarseðlar frá grindaskiftum og hevur hagtøl um grindaveiðu aftur til 1584, tó frá 1709 uttan slit. Í 1986-88 fór ein stór altjóða grindakanning fram í Føroyum. Kyns- og støddarsamanseting, vøkstur, nøring, føði, sníkar og lívfrøði annars hjá grindahvalinum varð kannað.

Kanningar av ferðing hjá hvali og kópi er eitt virksemi, sum savnið ger fyri Fiskimálaráðið. Hvalateljingar, ið hava til endamáls at stovnsmeta grind og onnur týðandi hvalasløg í Norðurhøvum, verða gjørdar við seks ára millumbilum. Fyri at stovnsmeta nísu og láturkóp mugu serstakar teljingar til. Nísa verður tald á grunnum vatni, men í sambandi við láturkóp verða nósarnir vanliga taldir fyri at fáa eina meting av øllum stovninum í síni heild.

Útbreiðsla og ferðingarmynstur hjá havsúgdjórum hevur verið kannað seinastu árini við fylgisveinamerkingum. Á smærri hvali, ið møðuligt er at fáa hendur á, verður sandarin boltaður á hornið, og í sambandi við tey stóru hvalasløgini verður sendarin skotin ella stungin fastur. Tá ið kópur verður merktur, verður sendarin límaður á grúkin. 

Tak niður rit um grind og grindahval eftir Dorete Bloch (2012)

Tak niður rit um døglingar í Føroyum eftir Dorete Bloch (2014)

Tak niður rit um steinrenning av Choneziphius planirostris
 
 
SAMBAND:
Bjarni Mikkelsen
340 576
bjarnim@savn.fo