logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Fuglar í Føroyum

Regluligir fuglar
Yvirlitið yvir regluligar fuglar er fingið bóklinginum Listi yvir fuglar sum eru sæddir í Føroyum, 2004 eftir Jens-Kjeld Jensen, Dorete Bloch og Bergur Olsen. Fyrivarni skal takast fyri hesum tølum, tí grundarlagið undir nógvum av teimum er rættiliga gamalt.

Undir "regluligir fuglar" (sí leinkju vinstru megin) eru støðufuglar, ferðafuglar og eisini sjáldsamir fuglar. Undir "sera sjáldsamir fuglar" er yvirlit yvir teir,sum eru somikið sjáldsamir, at teir skulu fráboðast til Sjældenhedsudvalget (SU). Nærri kunning um fráboðan finst á leinkjuni http://www.faroenature.net/sjaldsamir-fuglar.html.

Raðfylgjan á fuglunum er hin sama, sum stendur í bókini Fuglar í Norðurhøvum. Talið á búfuglunum er sum heild tikið úr bóklinginum Yvirlit yvir Føroya fuglar (1984) og úr Important Bird Areas in Europe (1989), men tað er dagført.

Talið á búpørum er skrivað við feitum stavum.
Tølini í klombrum (feitt) siga frá, hvussu ofta fuglur, ið ikki vanliga eigur, hevur átt.
S) Sjáldsamur.
R) Regluligur.
V) Vanligur.
I) Innrásarfuglur.
†) Sleptur út, men ikki komin fyri seg.
††) Útdeyður.

Sera sjáldsamir fuglar
Yvirlitið yvir sjáldsamar fuglar er dagført til 2007. Tað er fingið úr frágreiðingini SU-listen for Færøerne, Revideret pr. 1.1 2007, Søren Sørensen & Jens-Kjeld Jensen.

Framman fyri skrástrikuna stendur, hvussu ofta fuglurin er sæddur, og aftan fyri skrástrikuna stendur, hvussu nógvir eru sæddir. -/- merkir, at fuglurin hevur verið sæddur, men neyv skráseting vantar.
A) Eru skrásettir frá 1. jan. 1950 fram til 1. jan. 2007.
B) Eru skrásettir áðrenn 1. jan. 1950.
C) Eru sleptir upp ella eru slopnir út og vorðnir til ein villan stovn, annahvørt her ella í øðrum londum.
D) Eru helst slopnir út ella á annan ónatúrligan hátt komnir til landið.
E) Eru við vissu slopnir út ella á annan ónatúrligan hátt komnir til landið.