logo reytt/hvítt
 Um Søvn Landsins        Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Reyðlistaflokking fyri plantur

Leiðreglurnar fyri reyðlistaarbeiðið ið her er gjørt, gav IUCN út í 2001. Tær fatað um 9 bólkar categories) harav 3 eru sonevndir hóttanarbólkar. Plantur og djór skulu lúka ávísar treytir (criteria) fyri at koma í ein ávísan bólk. IUCN mælir til, at somu styttingar verða nýttar fyri bæði bólkar og treytir í øllum londum. Styttingarnar í hesi frágreiðing eru sostatt tær ensku styttingarnar.

Bólkarnir eru:
Á føroyskum IUCN-stytting
Útdeytt EX (extinct)
Útdeytt í Føroyum RE (Regionally extinct)
Sera hótt CR (Critically endangered
Hótt EN (Endangered)
Viðbrekið VU (Vulnerable)
Nærum hótt NT (Near Threatened)
Ikki hótt LC (Least Concern)
Dátutrot DD (Data Deficient)
Eingin meting NE (Not Evaluated)