logo reytt/hvítt
 Um Søvn Landsins        Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
navnið 2        
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Fornminnafriðing
Bygningafriðing
Friðaðir bygningar
Skip við átekning sum
mentanarsøgulig skip

 
aa Westward Ho
 
  Johanna
 
  Thorshavn
 
  Norðlýsið
 
  Dragin
 
  Amadeus, fyrr Reyði
Krossur

Mentanarsøguligir lutir
Kommunur og fornminni
Fornminni í sjónum
Fornminni í Kirkjubø
Koltur
Hvalastøðin við Áir
Thorshavn
4771 0409 Thorshavn
 
Skipasøga
Ríkisumboðið í Føroyum/Statsministeriið var ánari av tænastuskipinum ”M/S Thorshavn”, sum er bygt til tænastu í Føroyum sum sjúkraflutnings- og tænastuskip (Sygetransport og tjenesteskib) í 1940 í Fredrikssund. Skipið hevur uttan íhald verið í tænastu hjá Statsministeriinum, fyrst fyri Amtmannin í Føroyum, síðan Ríkisumboðsmannin. Skipið og maskinan eru viðlíkahildin, og umvælingar, sum Statens Skibstilsyn, seinni Søfartsstyrelsen, eru gjørdar.

Ráðgevandi skipsverkfrøðingafyritøkan Ole Steen Knudsen A/S gjørdi í 2005 eina drúgva støðumeting og frágreiðing yvir sýn og uppskot um renovering fyri Statsministeriið, og umvælingar og viðlíkahald fóru síðani fram sambært hesum tilmæli, meðan Ríkisumboðið umsat skipið. Tilmælið lá eisini til grund fyri átekning av skipinum sum varðveitingarvert skip við heimild í løgtingslóg nr. 165 frá 21. des. 2001 um Trygd á sjónum, § 15, 2. stk, og fyriskipan hjá Skipaeftirlitinum um ígildisseting av “Søfartsstyrelsens tekniske forskrift nr. 15 af 20. november 2000 om skibe til særlige formål (bevaringsværdige skibe, lystfiskerskibe mv.)”, dagfest tann 9. august 2005.

Í 2011 keypti Thorshavn grunnurin á Tvøroyri skipið, og grunnurin hevur lagt seg eftir at fylgja sama tilmæli.
 
Eigari: Thorshavn grunnurin
Bústaður: Undir Heygnum 9, 800 Tvøroyri
Skrásetingarhavn Tvøroyri
Reiðari: Jóannes Eidesgaard, Undir Heygnum 9, 800 Tvøroyri
T-postur: [email protected]
Skrásetingarnr. XPWW
Skrásetingarhavn: Tvøroyri
Eldri nøvn á skipinum:  Thorshavn
Upprunalig nýtsla: Embætisskip, samferðslu- og sjúkraflutningsskip
Ferðamannaloyvi: Ja, 34 ferðandi
Tilfar og tøkni: Skrokkur: Træ
Tøkni: Kravell
Yvirbygningur: Træ
Rigningur: Træ
Træsløg: Bond, stevni: Eik
Kjølur: Bók
Klæðing yvir vatnlinju: Eik
Klæðing undir vatnlinju: Eik
Dekk: Teak
Framdráttarmegi: Segl, riggað sum kuttari
Maskina: Diesel, tveytaktari
B&W Alpha Diese., 334V, 180HK, 132KW, frá 1949
Støddir Mesta longd: 20,43 m
Mesta breidd: 5,34 m
Dýpdargongd: 2,42 m
Brutto registarton: 57,06
Netto registarton: 20,14
Byggiár: 1940
Skipasmiðja: Frederikssund
Skipasmiður / konstruktørur: Kristian Andersen
Eldri eigarar 1940-2012: Statsministeriet (Ríkisumboðsmaðurin í Føroyum)
Nýtsla áður: Sjúkraflutningur, bjarging, flutningur av embætisfólkum
Siglingarøki: Strandasigling við Føroyar. AI-VHF øki
Broytingar: 1949: Motorur skiftur, í Frederikshavn
1995: Báðar mastrarnar skiftar
SKJØL
Varðveitingarváttan
Tekningar




Thorshavn