logo reytt/hvítt
 Um Søvn Landsins        Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Fornminnafriðing
Bygningafriðing
Friðaðir bygningar
Skip við átekning sum
mentanarsøgulig skip

 
aa Westward Ho
 
  Johanna
 
  Thorshavn
 
  Norðlýsið
 
  Dragin
 
  Amadeus, fyrr Reyði
Krossur

Mentanarsøguligir lutir
Kommunur og fornminni
Fornminni í sjónum
Fornminni í Kirkjubø
Koltur
Hvalastøðin við Áir
Dragin, KG 212
Dragin
Skipasøga
Dragin varð smíðaður í Keypmannahavn í 1945 var var góð 25 tons. Við ársbyrjan í 1946 keypti Ingvard Martin Jacobsen í Leirvík bátin. Varvasteinur FD 72, sum Ingvard Martin kallaði bátin, royndi við snurriváði í Norðsjónum fyrstu árini. Í 1953 keypti Esmar Fjallstein í Leirvík Varvastein og læt hann í 1955 leingja á bedingini í Fuglafirði. Sama árið keypti Kjølbro Varvastein og nevndi hann Dragan KG 181. Fleiri ár seinni, í 1964, seldi Kjølbro Tórhalli Andreasen og Gormi Simonsen bátin. Dragin FD 481 fekk heimstað í Fuglafirði. Eigaraviðurskiftini broyttust aftur nakrar ferðir til 1986, tá ið Grímur Lassen í Klaksvík keypti Dragan, ið fekk nummarið KG 212.

Báturin fekk upphøggingarstuðul í 1991 og varð strikaður sum fiskiskip. Tá keypti Hans Eli Hansen í Klaksvík bátin og seldi hann aftur til grunnin ”Dragan KG 212”. Endamálið var at umvæla og umbyggja farið til skúlaskip og at skapa áhuga fyri føroyskari sigling sum heild.

Farið varð av umbyggja Dragan í 1992, og í ellivu ár arbeiddu dragamenninir, sum teir vórðu róptir, miðvíst fram ímóti máli sínum. Skipið varð fullkomiliga tømt, eisini garneringina tóku teir burtur, so bara sjálvur skrokkurin stóð eftir. So fóru teir at smíða og kalfatra. Manningin gjørdi alt sjálv, eisini matrum og bummum tók hon sær av. Summarið 2003 var endiliga komið á mál. Dragin hevur seglføring sum galeasa, motorurin er ein 210 hesta Volvo Penta, koyggjurnar eru tólv.
(Óli Olsen, Siglandi arvurin. Argir 2013).
 
Eigari: Grunnurin Dragin, KG 212
Bústaður: Traðagøta 27, 700 Klaksvík
Skrásetingarhavn Klaksvík
Reiðari: Hans Eli Hansen, Traðagøta 27, 700 Klaksvík
T-postur: [email protected]
Heimasíða: www.dragin.fo
Telefon:  +298 456661
Fartelefon: +298 756661
Skrásetingarnr.  
IMO-nr.  
Skrásetingarhavn: Klaksvík
Eldri nøvn á skipinum: Rena
Varvasteinur
Upprunalig nýtsla: Fiskiskip, útróðrarbátur við hjálpimotori, 32 tons
Ferðamannaloyvi: Ja, 30 ferðandi
Tilfar og tøkni: Skrokkur: Træ
Tøkni: Kravell
Yvirbygningur: Træ
Rigningur: Træ
Træsløg: Bond, stevni, kjølur: Eik
Klæðing yvir vatnlinju: Eik
Klæðing undir vatnlinju: Eik
Dekk: Douglas fura
Rundholt: Douglas fura
Framdráttarmegi: Segl, riggað sum kuttari
Maskina: Diesel
Støddir Mesta longd: 24 m
Mesta breidd: 4,8 m
Dýpdargongd: 2,9 m
Brutto registarton: 32,85
Netto registarton: 9,14
Byggiár: 1945
Skipasmiðja: Københavns Kutterværft
Skipasmiður / konstruktørur: Ókendur
Eldri eigarar Rena
20.03.1945-05.01.1946: RENA. A/S Boserup, Esbjerg, J.F. Boserup.

Varvasteinur
05.01.1946-12.07.1953: Ingvard M. Joensen, Leirvík.
12.07.1953-03.01.1955: Esmar Fjallstein, Leirvík.

Dragin
03.01.1955-03.06.1964: P/F Kjølbro, Klaksvík.
Sí annars http://www.dragin.fo/?id=37202
02.01.1986-18.11.1991: Grímur Lassen, Klaksvík.
18.11.1991-01.01.1992: Hans Eli Hansen, Klaksvík. 
Nýtsla áður: Útróður undir Føroyum, við línu og snellu. Við snellu undir Íslandi um summarið.
Siglingarøki: Føroyar A1 øki
Ísland
Broytingar: 1955: Longdur á bedingini í Fuglafirði.
1993-2003: Umvældur og umriggaður til seglskip / skúlaskip. Seglføringin er galeas.
2002: Nýyvirhálaður Volvo Penta 210HK ísettur.
Nýtsluætlan og miðlan Endamál grunnsins er at varðveita M/B Dragan, so hann kann virka sum segl/skúlaskip hjá næmingunum á sjómansskúlunum, kokkaskúlanum og næmingum, sum velja lærigreinina Sjómanslæru í framhaldsdeildini í fólkaskúlanum. Soleiðis hevur hann virkað síðan 2002. Um summarið siglir Dragin við ferðafólki.
SKJØL
Varðveitingarváttan
4771 0938 Dragin
 
4771 0945 Dragin