logo reytt/hvítt
 Um Søvn Landsins        Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Fornminnafriðing
Bygningafriðing
Friðaðir bygningar
Skip við átekning sum
mentanarsøgulig skip

 
aa Westward Ho
 
  Johanna
 
  Thorshavn
 
  Norðlýsið
 
  Dragin
 
  Amadeus, fyrr Reyði
Krossur

Mentanarsøguligir lutir
Kommunur og fornminni
Fornminni í sjónum
Fornminni í Kirkjubø
Koltur
Hvalastøðin við Áir
 
Norðlýsið, TN 24
Norðlýsið
Skipasøga
Norðlýsið TN 24 er annar nýbygningurin av Tórshavnar Skipasmiðju. Tann fyrsti var Vón, sum Sigurð Simonsen í Fuglafirði bygdi. Kjølurin til Norðlýsið var strektur 20. apríl 1943, og 5. mai 1945 varð skipið latið Pf. Uvak í Havn.

Skipið varð brúkt sum línu-, snøris- og snelluskip. Men í mai mánaði 1948 treyt teimum agn. Við Jógvani Páll Fjallsbak sum skipara fór Norðlýsið tí norður um Føroyar við nøkrum fáum gørnum at royna eftir sild. Teir fingu nógva og góða sild, fóru út aftur við 40 gørnum og groyndu til ólavøku millum 40 og 90 fjórðingar í ein landnyrðing úr Fugloynni. Soleiðis byrjaði tann føroyska sildaveiðan, sum hevði so stóran týdning í fimti- og sekstiárunum.

31. januar 1953 seldi Pf. Uvak Norðlýsið. Keypari var Pf. Við Sjógv í Kollafirði, sm síðani seldi Carl August Jensen, keypmanni í Kollafirði, skipið.

Hann hevði Norðlýsið í trý ár og seldi tað so til Klaksvíkar. Keyparar vóru brøðurnir Jógvan og Jákup Heinesen, svágur teirra Julius Sørensen og pápabeiggi teirra, Fischer Heinesen. Teir áttu ein fjórðing hvør, og skrásetingarnummarið varð nú broytt til KG 386. Hesir fýra eigararnir stovnaðu 6. mars 1957 Pf. Ekliptika, sum yvirtók Norðlýsið.

Skipið var í Klaksvík í 9 ár. 4. mars í 1965 vórðu bæði partafelag og skip seld til Havnar. Jákup Johansen – Jákup hjá Carl á Lag – keypti Norðlýsið. Í nevndini sótu Jákup sjálvur, sonurin Páll og konan Elsa. Skrásetingarnummarið varð nú TN 24. Meðan Jákup hjá Carl á Lag átti Norðlýsið, varð tað í fleiri ár reitt út í Hvalba.

Pf. Ekliptika í Havn átti Norðlýsið, líka til Pf. Aurora Borealis í Havn keypti tað 25. juni 1984 og bygdi tað um til seglskip. Millum teir, sum tóku stig til hetta, vóru Tróndur Patursson, Tórmóður Dahl, Helgi Nyholm Debes, Birgir Enni, Kjartan Johansen, Thomas Arabo, Milson Zachariassen, Ivan Johansen, Óla Jákup Müller, Tryve Árting og Knút Nolsøe.

Millum skipararnar á Norðlýsinum kunnu nevnast Thorvald Andreassen í Havn, sum var tann fyrsti, ið førdi tað, Jógvan Páll Fjallsbak, Ingolvur Andreassen (bróðir Thorvald), Jógvan Heinesen í Klaksvík og Magnus Olsen. Seinastu mongu árini hevur Birgir Enni verið skipari.
 
Eigari: P/F Útferðir
Bústaður: Bryggjan 5, 420 Hósvík
V-tal 431001
Reiðari: P/F Útferðir, Bryggjan 5, 420 Hósvík
T-postur: [email protected]
Heimasíða: www.nordlysid.com
Telefon: +298 422503
Fartelefon: +298 218520 ella +298 585837
Skrásetingarnr. FO-001190
IMO-nr.  
Skrásetingarhavn: Tórshavn
Eldri nøvn á skipinum: Norðlýsið
Upprunalig nýtsla: Slupp, fiskifar
Ferðamannaloyvi: Ja, 50 ferðandi
Tilfar og tøkni: Skrokkur: Træ
Tøkni: Kravell
Yvirbygningur: Træ
Rigningur: Træ, stál
Træsløg: Bond, stevni og kjølur: Eik
Klæðing yvir vatnlinju: Eik
Klæðing undir vatnlinju: Eik
Dekk: Yangtek
Rundholt: Lerk
Framdráttarmegi: Segl, riggað sum skonnart
Maskina: Diesel, fýrataktari
M.W.M, 199 KW/270 HK, frá 2004
Støddir Mesta longd: 18,82 m
Mesta breidd: 5,21 m
Dýpdargongd: 2,32 m
Brutto registarton: 44,71
Netto registarton: 5,21
Byggiár: 1945
Skipasmiðja: Tórshavnar Skipasmiðja, nýbygningur nr. 2
Skipasmiður / konstruktørur: Kjartan Mohr
Eldri eigarar UAK, Tórshavn: 1945 til 1957 (mett)
Ekliptika, Tórshavn: 1957 til 1986
Aurora Borealis, Tórshavn: 1986 til 1994
Útferðir, Tórshavn: 1994-
Nýtsla áður: Fiskiskapur
Siglingarøki: Føroyar
Broytingar: 1985-1989: Umrigging til skonnart
1989: Ísetan av motori
2004: Skiftan av motori (M.W.M, 199 KW/270 HK).
SKJØL
Varðveitingarváttan
3350F02674 Norðlýsið 1945

 3350F02699 Norðlýsið 1945