logo reytt/hvítt
 Um Søvn Landsins        Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Fornminnafriðing
Bygningafriðing
Friðaðir bygningar
Skip við átekning sum
mentanarsøgulig skip

 
aa Westward Ho
 
  Johanna
 
  Thorshavn
 
  Norðlýsið
 
  Dragin
 
  Amadeus, fyrr Reyði
Krossur

Mentanarsøguligir lutir
Kommunur og fornminni
Fornminni í sjónum
Fornminni í Kirkjubø
Koltur
Hvalastøðin við Áir
Johanna, TG 326
Johanna
Skipasøga
Johanna varð smíðað í Rye, Sussex í Suðuronglandi í 1884 á skipasmiðjuni, sum James Collins Hoad átti. Tá nevndist hon Oxfordshire. Fyrsti eigarin varð John William Haylock úr Dulwich í Surrey. Í Oktober 1894 keypti Georg Edv. James Moody, ein stórur reiðari í Grimsby, Oxfordshire, men seldi hana aftur í Desember sama árið til Jákup Dahl, handilsmann í Vági, tá fekk sluppin navnið Johanne.

Hetta var fyrsta sluppin, sum Jákup Dahl sjálvur átti. Hann keypti seinni fleiri aðrar sluppir og stovnaði fyritøkuna A/S J. Dahl. Fyritøkan átti yvir 20 sluppir og skonnartir og hevði nógv ymiskt virksemi í Vági, bæði innan fiskiskap, fiskavirking og handil. Johanna var fiskiskip, men undir seinna heimsbardaga hevði Stóra Bretland stóran tørv á matvørum, eisini á fiski, og tí vóru tað fleiri føroysk fiskiskip, sum løgdu um til flutningsskip. Johanna sigldi til Íslands, har hon fekk ísaðan fisk í lastina, sum hon so førdi til Skotlands. Fiskurin sum føroysku skipini førdu til Stóra Bretlands kom sera væl við hjá bretum. Winston Churchill nevndi eisini føroyingar í einari talu, hann helt eftir kríggið. Hetta nevndi Elin Mortensen, rithøvundur, í sending í útvarpinum hjá Kringvarpinum. Sera nógvir føroyingar lótu lív undir seinna heimsbardaga í mun til fólkatalið. Tað vóru sjómenn, sum vóru við føroyskum fiskiskipum, sum blivu bumbaði av týskum kavbátum ella bumbu flogførum ella sigldu á eina minu. Sluppin Johanna kom tó gjøgnum kríggið uttan at vera rakt av bumbum ella minum.

Johanna varð løgd í 1972 og fór ikki til fiskiskap aftur. Hon lá við kai í Vági til 1980, tá ætlaði eigarin A/S J. Dahl at søkkja hana, men í síðstu løtu varð gjørt av at bjarga sluppini. Í 1981 varð settur á stovn ein grunnur, nevndur Johanna TG 326, sum hevði til endamáls at bjarga sluppina Johannu TG 326 og seta hana í upprunastand, soleiðis at hon kundi verða eitt minni um ta farnu slupptíðina. Tað árið keypti grunnurin Johanna TG 326 sluppina Johannu frá A/S J. Dahl fyri 1 kr. Johanna varð síðan løgd upp á land, har hon skuldi setast í uppruna stand.

Sera nógv fólk vóru við í arbeiðnum at seta sluppina í stand, og stuðul var veittur úr øllum landinum. Alt arbeiði var gjørt sjálvboðið í fyrstani. Fólk úr grunninum skipaðu m.a. fyri bingo, fyri at savna pening til tilfar og annað sum kostaði pening. Ein av eldsálunum tá var Ovi Mikkelsen, sáli (doyði í mai 1995).[2] Ein annar vágbingur, sum hevur arbeitt nógv uppá sluppina Johannu, og sum nú er formaður í grunninum, er Gudmund Jacobsen,[3] skipstimbari og eigari av Vágs Skipasmiðju.

Johanna verður nú brúkt til ferðavinnu endamál, sum styttri túrar (útferðir), men eisini til leiguferðir í Føroyum og t.d. til Hetlands.  
Eigari: Felagið Johanna, TG 326
Bústaður: Bryggjan 12, 900 Vágur
V-tal 346462
Reiðari: Guðmundur K. Jacobsen, Geilin 54, 900 Vágur
T-postur: [email protected]
Heimasíða: www.johanna.fo
Telefon: +298 373010
Fartelefon: +298 230500
Skrásetingarnr.  
IMO-nr.  
Skrásetingarhavn: Vágur
Eldri nøvn á skipinum: Oxfordshire
Upprunalig nýtsla: Slupp, fiskifar
Ferðamannaloyvi: Ja, 45 ferðandi
Tilfar og tøkni: Skrokkur: Træ
Tøkni: Kravell
Yvirbygningur: Træ
Rigningur: Træ
Træsløg: Bond, stevni og kjølur: Eik
Klæðing yvir vatnlinju: Eik
Klæðing undir vatnlinju: Oregon Pine
Rundholt: Douglas Pine
Framdráttarmegi: Segl, riggað sum slupp.
Maskina, diesel.
Mercedes-Benz, 240 HK, ár: 1998
Støddir Mesta longd: 22,66 m
Mesta breidd: 6,13 m
Dýpdargongd: 4,025 m
Brutto registarton: 74
Netto registarton: 22
Byggiár: 1884 
Skipasmiðja: Rye / James C. Hood 
Skipasmiður / konstruktørur:   
Eldri eigarar  
   
   
SKJØL
Varðveitingarváttan
4771 0915 Johanna við tunnuhjalli2

4771 0916 Johanna við tunnuhjalli