logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Fornminnafriðing
Bygningafriðing
Friðaðir bygningar
Skip við átekning sum
mentanarsøgulig skip

 
aa Westward Ho
 
  Johanna
 
  Thorshavn
 
  Norðlýsið
 
  Dragin
 
  Amadeus, fyrr Reyði
Krossur

Mentanarsøguligir lutir
Kommunur og fornminni
Fornminni í sjónum
Fornminni í Kirkjubø
Koltur
Hvalastøðin við Áir
Westward Ho, TN 54
Westward Ho
Skipasøga
Hans Georg Thomsen á Tvøroyri keypti sluppina Westward Ho úr Onglandi í 1895. Hon var smíðað í Grimsby í 1884 og var merkt 92,52 tons. Sluppin fekk navnið Viking, tá ið hon kom til Føroya, men í 1908 fekk hon gamla navnið aftur. Dánjal Olaus Poulsen, Lávus á Høvda, førdi hana fyrstu mongu árini.

Westward Ho var eins og allar aðrar sluppir, sum komu til Føroya hesa tíðina, deyðsiglari, tað vil siga, at hon hevði einans seglini á at líta. Hon fekk motor seinast í 1920-árunum, ein 40 hesta Tuxham, og stýrihús. Manningarnar á hesum skipum vóru vanliga 14-18 mans, og Westward Ho kom at royna víða hvar í komandi árum: Við Føroyar, Ísland, Rockall, Grønland og Bjarnoynna. Í seinna heimsbardaga sigldi sluppin á bretska marknaðin við ísfiski úr Føroyum og Íslandi. Seinastu árini royndi sluppin við línu um várið og við sildagørnum um heystið.

Sluppin royndist eigarum sínum væl og fekk langa ævi sum fiskiskip. Í 1921 fiskaði hon ikki færri enn 1035 skippund við Tummasi Joensen, Tummasi úr Hanusarstovu úr Skálavík, sum skipara og var besta føroyska skipið tað árið. Í 1964 gekk illa at manna Westward Ho, tí menn vildu heldur fara við stállínuskipunum, sum komu til landið í stórum tali, og tá ið motorurin samstundis var sera vánaligur, varð gjørt av at leggja skipið.

Hon var tikin upp á bedingina á Tvøroyri og umvæld frá grundini. Birgir Enni, f. 1949 á Tvøroyri, fór 15 ára gamal at læra jarnsmíð á skipasmiðjuni á Tvøroyri. Hann sigur: “Fyrsta skipið, eg var við til at taka upp, var Westward Ho. Niels Nielsen í Heiðunum hevði keypt hana, og tað var hann, sum byrjaði alt hetta við at varðveita gomul skip. Peningur varð savnaður inn í øllum landinum. Áðrenn hon varð tikin upp, varð alt tikið úr henni, stýrihús, motorur, alt varð skrætt innan úr skipinum. Eg smíðaði nógvar boltar í eldinum, smíðaði høvd á teir og skar gevind í. Sluppin varð lyft upp har afturi á sama hátt sum Johanna. Nógv var at gera: nýtt dekk, nýggir kappar, róðurkista, bummar, besløg til rustjørn á vantunum og mangt annað. At enda var liðugt, men motorur var eingin, tá ið hon fór til Havnar, og seglini vóru ikki sligin undir.”

Grunnurin “Sluppin”, sluppgrunnurin nevndur, varð settur á stovn í 1962 við tí endamáli at keypa eina av gomlu sluppunum og seta hana í sama stand, sum tá ið hon kom til Føroya. Tann 2. februar 1967 keypti sluppgrunnurin Westward Ho frá T.F. Thomsen á Tvøroyri. Sluppin fekk heimstað í Tórshavn 5. apríl 1968, og fyrsta stjórnin í grunninum var henda: Formaður: Niels Nielsen, seglmakari; næstformaður: Páll Johannes Nolsøe, landsskjalavørður; skrivari: Leivur Lützen, landsrættarsakførari, allir í Havn. Aðrir stjórnarlimir: Jógvan á Dul, stjóri, og Samuel Hammershaimb Debes Christiansen, reiðari, báðir í Havn, og Frederik Hansen, løgtingsmaður í Søldarfirði. Leivur Lützen virkaði sum reiðari fyrstu árini, men í 1972 tók Debes Christiansen við sum stjórnandi reiðari.

Sum árini liðu, viknaðu kreftirnar, sum vóru um sluppina, og henni fór at krevja stóra ábót. Tórshavnar kommuna avtalaði loksins við eigararnar, at um teir lótu Westward Ho umvæla, so skuldi kommunan taka um endan. Í 2002 varð sluppin sleipað til Fraiserburgh í Skotlandi at umvæla frá grundini og at skifta motor. Ferðin gjørdist drúgv, tí ikki fyrr enn í 2005 kom Westward Ho aftur á Havnina. Síðan hevur Tórshavnar kommuna átt og rikið Westward Ho.

Skoytast skal uppí, at tá ið sluppin var siglingarklár í 1968, legði hon leiðina til Esbjerg við seglum einans. Lítil motorur varð síðan settur í, og í 1970 sigldi hon til Ålborg. Í 1978 vitjaði hon Reykjavík og í 1980 Keypmannahavn. Síðan sluppin í 2005 kom aftur úr Skotlandi sum nýggj og við nýggjum motori, hevur hon verið við á sjómanna- og sjóvinnutiltøkum innan- sum uttanlands.

Í 1947 var fyrsti motorurin skiftur út við ein 118 hesta Hundested, og í 1970 fekk hon ein 77 hesta Mercedes Benz. Í 2005 varð núverandi motorur, ein 210 hesta Volvo Penta, settur í.
(Óli Olsen, Siglandi arvurin. Argir 2013).
 
Eigari: Tórshavnar kommuna
Bústaður: Postbox 32
Skrásetingarhavn: Tórshavn
Reiðari: Jónsvein Lamhauge
T-postur: [email protected]
Heimasíða: www.torshavn.fo 
Skrásetingarnr. TN 54
Skrásetingarhavn: Tórshavn
Eldri nøvn á skipinum: Westward Ho 1884-1895
Viking 1895-1908
Westward Ho 1908-
Upprunalig nýtsla: Fiskiskip 
Ferðamannaloyvi: Ja
Tilfar og tøkni: Kravell
Træsløg: Eik, oregon pine
Framdráttarmegi: Segl, riggað sum slupp
Maskina: Caterpillar, 154 kW, frá 1984-1990
Volvo Penta, 236 HK, 2004-
Støddir Mesta longd: 23,47 m
Mesta breidd: 6,34 m
Dýpdargongd: 3,23 m
Brutto registarton: 88,51
Netto registarton: 34,70
Byggiár: 1884
Skipasmiðja: Furner Leaver & Co, Grimsby
Skipasmiður / konstruktørur: Furner Leaver & Co
Eldri eigarar Frederic W. Moody og George E.J. Moody, Grimsby, 1884-1894
T.F. Thomsen, Tvøroyri, 1894-1963
Grunnurin Sluppin, 1963-2004
Tórshavnar kommuna, 2004-
Nýtsla áður: Trolari við bummtroli, síðan við snøri (saltfisk) og seinast við gørnum eftir sild
Siglingarøki: 1884-1895: Norðsjógvurin
1896-1963: Við Føroyar, Ísland, Grønland, Jan Mayen, Bjarnoynna, Rockall
Broytingar: 2013/2014 vórðu stúttur og skansaklæðing í stýriborðssíðu umvæld ella útskift vegna skaða.
Riggað aftur til segl í 1968.
Motorur ísettur uml. 1928.
Nýtsluætlan og miðlan Mentanarsøgulig miðlan. Felagið Sluppvinir røkir sluppina og sigla leigutúrar o.a. ólønt.
SKJØL
Varðveitingarváttan
8569F004 Westward Ho