logo reytt/hvítt
 Um Søvn Landsins        Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
navnið 2        
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Fornminnafriðing
Bygningafriðing
Friðaðir bygningar
Skip við átekning sum
mentanarsøgulig skip

Mentanarsøguligir lutir
Kommunur og fornminni
Fornminni í sjónum
Fornminni í Kirkjubø
Koltur
Hvalastøðin við Áir
Mentanararvur

Mentanararvur er sambært altjóða samtykt ein og hvør lutur ella hugtak, sum verða mett at hava fagurfrøðiligan, søgufrøðiligan, vísindaligan ella andligan týdning.

Ein partur av virkseminum hjá Søvnum Landsins er at viðgera mentanararvin í musealum høpi, har uppgávan er at innsavna, skráseta, varðveita, granska og miðla hann úr lokalum, nationalum og globalum perspektivi.

Nærri greinað er tað uppgáva okkara at aktualisera vitan um mentanararvin og gera hann atkomuligan og viðkomandi, at menna nýtslu og týdning av mentanararvi fyri borgarum og samfelagi og at tryggja hann til framtíðar nýtslu.