logo reytt/hvítt
 Um Søvn Landsins        Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Fornminnafriðing
  Jarðføst fornminni (friðingarskjøl)
 
  Um fornminni
 
aa Fjald fornminni
 
  Vernd av fornminnum
 
  Viðlíkahald av fornminnum
 
  Fornminnaøki
 
  Fornminni á landi
 
  Krígsminni
 
  Nýtsla av metaldetektori

Bygningafriðing
Friðaðir bygningar
Skip við átekning sum
mentanarsøgulig skip

Mentanarsøguligir lutir
Kommunur og fornminni
Fornminni í sjónum
Fornminni í Kirkjubø
Koltur
Hvalastøðin við Áir
Nýtsla av metaldetektori

Mong hava sum frítíðarítriv at leita eftir fornum gripum í jørðini, og at nýta metaldetektor í tí sambandinum. Ein metaldetektor er eitt tól, sum við at senda út ravmagnssignalir kann avlesa metalvirðir í ymiskum metallum. Tí kann ein metaldetektor nýtast til at finna metallutir bæði í jørðini og á havbotninum.

Tað er tó av stórum týdningi, at rætt verður farið fram, tá ein nýtur metaldetektor. Tá ein forngripur verður tikin úr einum stað, verður hann eisini tikin úr søguliga samanhanginum, hann hoyrir til. Eru fundumstøðurnar ikki neyvt skjalprógvaðar á fornfrøðiligan hátt, verður útsagnarvirði á gripinum skert, og tá er hetta ein stórur missur fyri føroyska mentanararvin.

Tí verður mælt til at nýta GPS til at fáa knatstøðu av fundstaðnum, ella at merkja staðin við einum pinni ella øðrum, og at boða Fornminnissavninum frá. Tá ber til hjá starvsfólkum á Fornminnissavninum at finna staðið, aftur og soleiðis endurskapa søguliga samanhangin, gripurin er úr.

Fornminnalógin sigur, at øll jarðfest fornminni eru friðað, bæði sjónlig og fjald. Hetta merkir, at ikki er loyvt at órógva eitt fornminni á nakran hátt. Sostatt er heldur ikki loyvt at nýta metaldetektor á og nærhendis einum fornminni, uttan við serligum loyvið frá Fornminnissavninum.

Um ein finnur lutir í jørðini, ið metast verða eldri enn 100 ár, og sum so kunnu metast vera forngripir, er hetta ogn landsins. Ein hevur tá skyldu at lata tað inn lutin til Fornminnissavnið, ið umboðar landsstýrismannin í mentamálum í slíkum málum.


Samband:
Helgi D. Michelsen
340 553
[email protected]