logo reytt/hvítt
 Um Søvn Landsins        Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Fornminnafriðing
  Jarðføst fornminni (friðingarskjøl)
 
  Um fornminni
 
aa Fjald fornminni
 
  Vernd av fornminnum
 
  Viðlíkahald av fornminnum
 
  Fornminnaøki
 
  Fornminni á landi
 
  Krígsminni
 
  Nýtsla av metaldetektori

Bygningafriðing
Friðaðir bygningar
Skip við átekning sum
mentanarsøgulig skip

Mentanarsøguligir lutir
Kommunur og fornminni
Fornminni í sjónum
Fornminni í Kirkjubø
Koltur
Hvalastøðin við Áir
Fornminnaøki

Í sambandi við planlegging av lendi eiga tey, ið standa fyri hesum, t.d. kommunalir myndugleikar, at spyrja seg fyri hjá Fornminnissavninum so tíðliga í tilgongdini sum gjørligt, um væntast kann, at jarðføst fornminni eru í økinum. Fornminnissavnið hevur greiði á, hvar væntandi er, at jarðfest fornminni eru.

Fornminnissavnið er í ferð við at gera kort yvir áhugaverd støð í fornfrøðiligum høpi, t.e. hvar fornminni væntandi eru. Hesi støð eru ikki friðað, men eiga at verða spard. Beinan vegin sum eitt fornminni, sum hevur verið fjalt, verður funnið, er tað friðað við lóg.

Kortleggingin skal gera tað lætt hjá byggimyndugleikum og øðrum at skyna á, hvar fornminni eru, soleiðis at teir tíðliga í eini byggitilgongd síggja, um eitt øki hevur serligan fornfrøðiligan týdning ella ikki. Við skipanini fæst møguleiki fyri at staðseta bygging soleiðis, at hon ikki verður til bága fyri fornfrøðiliga viðkvom øki. Endamálið er at sleppa undan óneyðugum seinkanum í byggivirksemi og rokningum fyri møguligar fornfrøðiligar kanningar.

At eitt øki at síggja til er tómt fyri fornminni, er kortini eingin trygd fyri, at fornminni ikki eru í økinum. Tað kann einans ein forkanning greiða.

Setið tykkum í samband við Fornminnissavnið, um spurningar ella ivamál eru í sambandi við byggiplanlegging ella annað hesum viðvíkjandi.
 
Samband:
Helgi D. Michelsen
340 553
[email protected]