logo reytt/hvítt
 Um Søvn Landsins        Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Fornminnafriðing
  Jarðføst fornminni (friðingarskjøl)
 
  Um fornminni
 
aa Fjald fornminni
 
  Vernd av fornminnum
 
  Viðlíkahald av fornminnum
 
  Fornminnaøki
 
  Fornminni á landi
 
  Krígsminni
 
  Nýtsla av metaldetektori

Bygningafriðing
Friðaðir bygningar
Skip við átekning sum
mentanarsøgulig skip

Mentanarsøguligir lutir
Kommunur og fornminni
Fornminni í sjónum
Fornminni í Kirkjubø
Koltur
Hvalastøðin við Áir
Fjald fornminni

Fornminnalógin ásetir, at øll jarðfest fornminni eru friðað, bæði sjónlig og fjald. Hetta er fyri at tryggja, at vit ikki missa virðismikil fornminni orsakað av byggivirksemi og øðrum arbeiði.

Harumframt leggur lógin upp til, at so nógv fornminni sum gjørligt verða verandi óskadd undir mold. Men hon roynir eisini at leggja upp fyri, at byggiverkætlanir verða dýrari og seinkaðar orsakað av, at friðað fornminni knappliga koma undan kavi. Tí um tað hendir, má tann, ið hevur sett arbeiði í verk, rokna við, at hann sjálvur skal fíggja fornfrøðiligu kanningina, ið gerst neyðug.

Hesum kan kortini verða lagt upp fyri við í góðari tíð at seta seg í samband við Fornminnissavnið. Fornfrøðingarnar kunnu kanna søguligar heimildir um økið, har ætlanin er at byggja, upplýsingar um annað er funnið har, og møguliga gera eina forkanning. Við støði í hesum kunnu fornfrøðingarnir gera eina meting av, um sannlíkindi eru fyri, at arbeiðið fer at ávirka eitt fornminni.

Síðan eru fleiri møguleikar:

1. Fornminnissavnið metir, at sannlíkindi ikki eru fyri, at byggiharrin fer at renna seg í fornminni. Byggiharrin kann tá halda fram við bygging síni, og um hann kortini skuldi komið fram á fornminni, rindar landið fyri møguligan neyðútgrevstur.

2. Fornminnissavnið metir, at byggiharrin helst fer at renna seg í fornminni undir anleggsarbeiðinum. Byggiharrin kann tá flyta byggivirksemi sítt og harvið varðveita fornminnið. Hann sparir tá útreiðslurnar til ein fornfrøðiligan útgrevstur. Tí um byggiharrin velur, at byggingin skal halda fram kortini, skal hann rinda útreiðslurnar fyri fornfrøðiligu kanningina.

3. Fornminnissavnið er ikki biðið um at meta um økið. Byggiharrin rindar tá fyri fornfrøðiligu kanningarnar, um tað undir byggingini verður komið fram á jarðfast fornminni.

Av tí at jarðfest fornminni eru friðað við lóg, fær byggiharrin hvørki í føri 2 ella 3 vissu fyri, at fornminnið verður loyst úr friðing, hóast tað er útgrivið. Tað verður avgjørt av fornminnamyndugleikunum við støði í meting av fornfrøðiligum og samfelagsligum atlitum.

Málið er, at byggivirksemi og annað arbeiði í minst møguligan mun órógvar jarðfest fornminni.
Junkarinsfløtti
 
 
Avtalur um viðlíkahald

Niðri á Toft
Innanfyri Heygagerði
Á Toftanesi