logo reytt/hvítt
 Um Søvn Landsins        Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
navnið 2        
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Fornminnafriðing
  Jarðføst fornminni (friðingarskjøl)
 
  Um fornminni
 
aa Fjald fornminni
 
  Vernd av fornminnum
 
  Viðlíkahald av fornminnum
 
  Fornminnaøki
 
  Fornminni á landi
 
  Krígsminni
 
  Nýtsla av metaldetektori

Bygningafriðing
Friðaðir bygningar
Skip við átekning sum
mentanarsøgulig skip

Mentanarsøguligir lutir
Kommunur og fornminni
Fornminni í sjónum
Fornminni í Kirkjubø
Koltur
Hvalastøðin við Áir
Fornminnafriðing

Jarðføst fornminni eru við lóg vard móti týning. Fornminnissavnið skrásetir, kannar og hevur eftirlit við jarðføstum fornminnum.

Tey friðaðu fornminnini skulu varðveitast, soleiðis at tey kunnu upplivast og granskast bæði í okkara tíð og um mong hundrað ár. Málið er, at so mong sum gjørligt fáa gleði av hesum fornminnum.

Tey fjaldu fornminnini liggja í jørðini ella í sjónum, og tey kunnu vit av góðum grundum ikki síggja. Fyri at vera vard, skulu tey tí verða kortløgd, eisini fyri at tað skal bera til at finna tey, tá ið tørvur verður á at kanna tey.

Tá ið nýggj fornminni koma undan kavi, t.d. í sambandi við arbeiði, skulu vit taka støðu til, um tað, ið funnið er, skal verða verandi í jørðini sum keldutilfar hjá framtíðar fornfrøðingum, sum uttan iva fara at hava nógv betri møguleikar og arbeiðshættir enn vit.

Um tað ikki ber til at varðveita eitt fornminni í jørðini, skal tað, ið funnið er, útgravast, og lutir og skjalatilfar í sambandi við rannsóknina fáast í varðveitslu hjá Fornminnissavninum.