logo reytt/hvítt
 Um Søvn Landsins        Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
navnið 2        
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Fornminnafriðing
Bygningafriðing
Friðaðir bygningar
Skip við átekning sum
mentanarsøgulig skip

Mentanarsøguligir lutir
Kommunur og fornminni
Fornminni í sjónum
Fornminni í Kirkjubø
Koltur
 
aa Bygdin
 
  Heimi í Húsi
 
  Norðri í Gerði
 
  Á Gróthústanga
 
  Lívfrøðiliga margfeldið
 
  Antikvarisk serskipan
 
  Koltursætlanin

Hvalastøðin við Áir
Antikvarisk serskipan
 
Í fráboðan Løgmans frá 30. apríl 2013 verður sagt, at gerast skal ein "antikvarisk serskipan" fyri Koltur.

Hvat hetta merkir, sæst í søguligu gongdini í málinum um varðveitingtiltøk í Koltri.

1987
Hugtakið “antikvarisk serskipan” gongur aftur til 1987, tá Føroya Forngripafelag heitti á Føroya Landsstýri um at fáa í lag “einhvørja serskipan fyri Koltur” fyri at varðveita mentanarsøguligu virðini har. Hetta førdi við sær, at Landsstýri tann 10. mars 1989 samtykti “at seta eina skjótt arbeiðandi nevnd at koma við uppskoti um eina antikvariska serskipan fyri Koltur, sum kemur at fevna um hús og bygningar og eisini um bø og annað mannaverk innan- sum uttangarðs”. Í 1989 var innihaldið í hugtakinum sostatt hetta.

1990
Nevndin frá 1989 handaði Landsstýrinum uppskot sítt í 1990, eitt minnilutauppskot og eitt meirilutauppskot.

Minnilutin mælti til,
• at ein partur av oynni sum til dømis teigalendini og ávísir bygningar vórðu friðaðir.
• at Koltur framhaldandi átti at vera fest av bónda, sum livir av landbúnaði og tí, sum oyggin annars gevur.

Meirilutin mælti til,
• at Koltur í síni heild varð friðað oyggj, stýrd eftir serligari fyriskipan.
• at ein serskipan átti at fáast í lag, sum bæði fevnir um eina antikvariska og eina náttúruvísindaliga skipan.
• at Koltur fyribils ikki varð fest, men latin einum sjálveigandi Koltursstovni at umsita.
• at hesin stovnur skuldi kunna seta umsjónarmann í Koltri við fastari løn.
• at umsjónarmaðurin skuldi hava dagliga eftirlitið við oynni og tí, sum har er.

Meirilutauppskotið var grundað í serligum áhuga hjá Náttúrugripasavninum, sum ikki var umboðað í nevndini, men frá byrjan kortini tvinnað upp í arbeiðið hjá henni, tí savnið í skrivi frá 20.12.1988 hevði sagt frá, at “Tað vildi verið nátúrligt, um eisini Náttúrugripasavnið var við í einum tílíkum arbeiði”. Í hesum sambandi upplýsti nevndin, “at náttúruvísindaligar kanningar eru longu byrjaðar í samstarvi við svenskar lívfrøðingar. Náttúrugripasavnið hugsar sær Koltur sum eina “feltbiologiska statión”. Nordisk Embedsmandskommité for Miljøspørgsmål er eisini kunnað um henda spurning”.

Tann antikvariska skipanin varð soleiðis orðað í uppskotinum: “Bygningar og annað mannaverk í Koltri, ið kann góðtakast sum fornminni, verður friðað sambært løgtingslóg um friðing av fornminnum og bygningum. Í samstarvi við Koltursstovnin ger Føroya Fornminnissavn uppskot um friðingartreytirnar”.

Tann náttúruvísindaliga skipanin varð soleiðis orðað í uppskotinum: “Friðingartiltøk verða sett í verk í Koltri sambært løgtingslóg um náttúrufriðing. Í samstarvi við Koltursstovnin ger Føroya Náttúrugripasavn uppskot um friðingartreytirnar. Føroya Náttúrugripasavn hevur eftirlit við náttúrufriðingini í Koltri”.

Hóast minnilutauppskotið helt seg neyvari at arbeiðssetninginum enn meirilutauppskotið, so kann ikki verða mett, at tað í tí verður skotin upp ein “antikvarisk serskipan”, men ein vanlig antikvarisk skipan, har galdandi friðing frá 1955 skuldi víðkast innan heimildirnar í fornminnalógini, Ll. 19/1948. Meirilutauppskotið var meira víðfevnt og legði upp til eina serliga reglugerð ella lóg fyri Koltur, sum bæði umfataði mentanararv og náttúruarv.

Við støði í hesum er við avgerð Løgmans frá 2013 um, at Koltur ikki longur kemur undir vanligar landbúnaðarskipanirnar, sum Fiskimálaráðið varðar av, men skal vera “ein integreraður partur av øðrum søvnum landsins, soleiðis at oyggin hereftir er undir umsjón av starvsfólki undir Mentamálaráðnum ella sum Mentamálaráðið hevur gjørt avtalu við”, lagt upp til, at tann antikvariska serskipanin, sum skal fáast í lag í Koltri, bæði umfatar mentanararv og náttúruarv við støði í musealari grundhugsjón.

1992
Á fundi 11. juni 1992 samtykti Føroya Landsstýri á fundi “at heita á jarðaráðið um at ansa eftir, at tey antikvarisku virðini verða tryggjað í sambandi við komandi festimál”.

Landsstýrið tók sostatt undir við minnilutauppskotinum hjá nevndini frá 1989 og vrakaði meirilutauppskotið.

Landsstýrissamtyktin frá 1992 hevði við sær, at Føroya Fornminnissavn og Føroya Forngripafelag fóru í holt við at gera eina ætlan um, hvussu antikvarisku virðini í Koltri kundu verða tryggjað í sambandi við, at oyggin varð fest út aftur. Mett varð, at hetta eftir umstøðunum best kundi verða framt við friðing sambært løtingslóg nr. 19 frá 16. sept. 1948 um friðan av fornminnum og bygningum, men eisini, at miðast áttí ímóti at fáa friðingina at røkka út um tey mørk, sum fornminnafriðingarlóggávan heimilar, hetta fyri at tryggja eyðkendu teigalendini ella part av teimum. Í samráð við Føroya Jarðaráð miðaðu fornminnissavnið og forngripafelagið tí ímóti, at tað umframt vanliga fornminnafriðing skuldi skipast fyri friðing sambært serligari avtalu við ánara ella festara fyri ávíst øki við teigum og øðrum, sum ikki greitt fellur inn undir fornminnafriðingarlóggávuna.

1994-1995
Koltur varð fest út aftur í 1994, og ein tílík avtala varð gjørd við festaran í 1995 og góðkend av jarðaráðnum.

Tann søguliga gongdin í Koltursmálinum hevur annars í stuttum verið henda:

1991-1996
Føroya Forngripafelag umvælir bygningar Norðri í Gerði og Heimi í Húsi í Koltri í samstarvi við Føroya fornminnissavn og Kunstakademiets Arkitektskole. Forngripafelagið stendur fyri fíggingini, m.a. við eksternum stuðli.

1996-2000
Í 1996 lat Fornminnisnevndin landsstýrismanninum í mentamálum uppskot um víðkan av antikvarisku friðingini í Koltri, sum í 2000 tók undir við tí.

1997-2001
Samráðingar eru um stovnan av bygdasavni í Koltri. Ætlanin verður av ongum vegna ógreiða skipan í mun til bygdasavnslóggávuna.

1999
Kunstakademiets Arkitektskole leggur fram Koltursvisiónina, sum hevur ligið til grund fyri umvælingararbeiðinum síðani.

2003
Jarðaráðið stovnar Koltursgrunnin. Í samtykt grunnsins stendur í § 2, at “Endamál grunnsins er at varðveita antikvarisku- og siðsøguligu virðini, sum eru í Koltri. Í hesum sambandi skal grunnurin útvega pening til ístandsetan av bygningum, og stíla fyri, at hesir verða røktir og nýttir til frama fyri alt Føroya fólk, á ein slíkan hátt, at festarin kann fáa størst møguligt gagn av bygningunum og tess lunnindum”. 

2005
Vinnumálaráðið, sum varðar av Koltri, setir bólk at standa fyri “verkætlan, ið verður framd í samstarvi millum Mentamálaráðið, Innlendismálaráðið og Vinnumálaráðið, ið varða av ávikavist fornminnum, útoyggja- og skógarmálum, og landbúnaðarmálum”.

Búnaðarstovan ger sáttmála við festaran í Koltri um at veita stuðul til at varðveita ognirnar í Koltri, soleiðis sum ásett á fíggjarlógini 2006.

2006
Arbeiðsbólkur, sum stendur fyri verkætlan at skipa fyri varðveiting av ognunum í Koltri og náttúrusavni har, letur fyrsta tilmæli sítt. Samanumtikið mælti arbeiðsbólkurin til,
  • at arbeitt verður víðari við hugsjónini um at skipa Koltur sum tjóðgarð eftir altjóða leiðreglum fyri tílíkar.
  • at ætlaða játtanin í 2006 verður raðfest soleiðis: Tilskot til einstaklingar, 100.000 kr., stuðul til vinnu, 100.000 kr.
  • at arbeiðsbólkurin sum verkætlanarsamskipari tekur neyðugu stigini í hesum sambandi.
Í løgtingsfíggjarlógaruppskotinum 2006 eru settar av kr. 200.000 til hetta, og miðað verður eftir at seta tað sama av í 2007. Henda upphædd er sundurgreinað soleiðis: Tilskot til einstaklingar: 100.000. Stuðul til vinnu: 100.000.

2008
Koltursgrunnurin fær 5 mió. í stuðli frá A.P. Møller og Hustru Chastine Mc-Kinney Møllers Fond til almene Formaal til umvælingar Heima í Húsi í Koltri.

2009-2013
Festarin sigur festið frá sær í 2009. Koltur verður rikin eins og festi, tó uttan fyri festiskipanina.

2012
Koltursgrunnurin handar landsstýrismanninum í landbúnaðarmálum umvælda býlingin Heima í Húsi og metir uppgávu sína sum lokna.  

Við støði í hesum meta Søvn Landsins samanumtikið,
  • at hugtakið “antikvarisk serskipan” umfatar eina serliga verndarskipan fyri mentanararv og náttúruarv, sum er fyriskipað eftir vanligum verndarlógum og serligum viðtøkum um vernd og hevur holla festing í almennu skipanini.
Friðing í Koltri

Tak niður Koltursvisiónina frá 1999

Koltursætlanin 2014