logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Fornminnafriðing
Bygningafriðing
Friðaðir bygningar
Skip við átekning sum
mentanarsøgulig skip

Mentanarsøguligir lutir
Kommunur og fornminni
Fornminni í sjónum
Fornminni í Kirkjubø
Koltur
 
aa Bygdin
 
  Heimi í Húsi
 
  Norðri í Gerði
 
  Á Gróthústanga
 
  Lívfrøðiliga margfeldið
 
  Antikvarisk serskipan
 
  Koltursætlanin

Hvalastøðin við Áir
Norðri í Gerði

Koltur, Norðri í Gerði (vatnlitsmynd eftir Poul Jensen)
Vatnlitsmynd: Poul Jensen

Navnið á býlinginum Norðri í Gerði bendir á, at bústaðurin her er yngri enn Heima í Húsi. Har var eitt gerði, sum var lagt inn í bøin.

Í elstu jarðarbókini, jarðarbókini frá 1584,  sæst kortini, at bygt varð har áðrenn 1584. Tá var annar av teimum báðum gørðunum í Koltri har. 

Seinni varð aftur býtt sundur, soleiðis at tveir garðar vóru Heima í Húsi og tveir Norðri í Gerði.

Longu í 1949 staðfesti danski fólkalívsfrøðingurin, Holger Rasmussen, sum gjørdi kanningar í Koltri, at býlingurin ikki var eins væl varðveittur og hin syðri og var merktur av nýggjari byggihátti. Tak niður grein eftir Holger Rasmussen.

Í býlinginum Norðri í Gerði er sostatt ein yngri byggisiður umboðaður, og hann hevur ikki minni týdning enn hin. Byggingin har umboðar byggisiðin eftir tað gamla bóndasamfelagið, har onnur enn bóndur bygdu sær hús og sosiala mynstrið í Føroyum broyttist. Í tíðini frá aldarskiftinum 1900 og nøkur áratíggju fram vórðu hús bygd, har búskapurin var grundaður á fiskivinnu.

Í mun til býlingin Heima í Húsi umboðar býlingurin Norðri í Gerði tí eina yngri tíð í menningini av tí føroyska samfelagnum, har greitt tilknýti kortini sæst aftur eftir. 
Tak niður Koltursvisiónina frá 1999

Koltursætlanin 2014

Koltur loftmynd norðri í gerði

8785F00074: Norðri í Gerði, sethúsini, Innar í Búð í baksýni

8785F00072: Útferð í Koltri 1915

8785F00070: Bátasmiðja Uttar í Stovu í Koltri, Niclas í Koltri

8785F00054 Sigmund Petersen í bátasmiðjuni Uttar í Stovu

Sknr_ 321F 01a Norðri í Gerði Vatnlitsmynd Niclas í Koltri

9018F129 Innar í Búð 1949

9018F131 Norðri í Gerði 1949

9018F132 Norðri í Gerði 1949

3350F00253 Koltur, bátur við lendingina áðrenn hon er útbygd

Koltur, lendingin