logo reytt/hvítt
 Um Søvn Landsins        Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
navnið 2        
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Fornminnafriðing
Bygningafriðing
Friðaðir bygningar
Skip við átekning sum
mentanarsøgulig skip

Mentanarsøguligir lutir
Kommunur og fornminni
Fornminni í sjónum
Fornminni í Kirkjubø
Koltur
 
aa Bygdin
 
  Heimi í Húsi
 
  Norðri í Gerði
 
  Á Gróthústanga
 
  Lívfrøðiliga margfeldið
 
  Antikvarisk serskipan
 
  Koltursætlanin

Hvalastøðin við Áir
Lívfrøðiliga margfeldið í Koltri
 
Plantur
Koltur er 2,5 km2. Í mun til støddina hevur oyggin eitt sera stórt ríkidømi av sløgum av blómuplantum. Hetta sýnir ein oyggjalívlandsfrøðilig greining av floruni í Føroyum (Guldager Christiansen & Hansen 1998).

Í Koltri vaksa 109 sløg av blómuplantum í mun til 222 sløg á Sandoynni og 221 sløg á Streymoy - hesar báðar, ið eru slagríkastar í Føroyum eru ávikavist 112,1 km2 og 373,5 km2 til støddar. Og í mun til Stóru Dímun, ið bert hevur 65 sløg, men er eitt vet størri enn Koltur, er Koltur serlig í einum oyggjalívlandsfrøðiligum samanhangi.

Eisini er Koltur serlig við tað at hon í mun til støddina er rættiliga høg, 478 m. Hetta hevur við sær, at oyggin, umframt at hava eitt vakstrarbelti við láglendisgróðuri niðast, eisini hevur eitt vakstrarbelti við háfjallagróðuri uppi á oynni. Hesi viðurskifti gera tað møguligt eisini at fyglja við í tí árini, broytingar í veðurlagi kunnu hava í hæddini á vakstrarbeltunum.

Av teimum 109 plantusløgunum eru bert trý sera sjáldsom og sett á reyðlista fyri Føroyar. Meginparturin eru vanligar plantur, ið ikki eru hóttar, og umboða sostatt sera væl tann vanliga gróðurin í Føroyum.

Bert 17% av floruni í Koltri eru innsløddar plantur ella plantur, ið hava ein ivingarsaman uppruna. Hetta er nógv minni enn samanborið við allar Føroyar, har 25% af floruni eru innsløddar. Sostatt kann sigast, at floran er minni ávirkað av sløgum uttanífrá samanborið við restina av Føroyum.

Fuglar
Av størri kanningum, sum higartil hava verið gjørdar av lívfrøðini í Koltri eru: Ein umfatandi kortlegging av allari floruni í Føroyum frá 1960-61, har Koltur eisini var umfatað. Ein fuglateljing varð gjørd í 1972, og aftur ein í 1981. Í teljingini í 1981 av heiðafuglinum var einki serstaka sjáldsamt fuglaslag funnið, uttan kanska fjallmurra. Mett varð, at 16 sløg áttu har við vissu.

Í 1988 varð aftur mett um talið av sjófugli í Koltri. Hvørki lomvigi ella rita átti har, men afturat heiðafulgunum komu 4 sløg av sjófugli. 5 sløg eru í einum av hóttanarbólkunum í reyðlistanum, har skúgvur, skrápur og spógvi verða mett sum viðbrekin sløg, terna sum hótt og fjallmurra sum sera hótt. Tað vil siga, at nærum øll fuglasløgini, sum eru í oynni, eru vanlig sløg.

Klukkur og eiturkoppar
Í innsavningunum av klukkum og eiturkoppum í 1978-79 vóru funnin 7 sløg av eiturkoppum og 23 sløg av klukkum. Sammett við fuglarnar eru hetta færri sløg í mun til samlaða talið í Føroyum (169 klukkusløg og 83 eiturkoppasløg). Eisini klukku- og eiturkoppasløgini tykjast vera heldur vanlig sløg.