logo reytt/hvítt
 Um Søvn Landsins        Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
navnið 2        
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Fornminnafriðing
Bygningafriðing
Friðaðir bygningar
Skip við átekning sum
mentanarsøgulig skip

Mentanarsøguligir lutir
 
aa Konservering av lutum

Kommunur og fornminni
Fornminni í sjónum
Fornminni í Kirkjubø
Koltur
Hvalastøðin við Áir
Konservering av lutum

Allir lutir, sum savnið savnar ella tekur ímóti, skulu varðveitast til komandi tíðir.

Antin tað er í framsýning ella á goymslu skulu umstøðurnar vera so góðar, at lutirnir eru vardir móti niðurbróting av ymsum slagi.

Tað hevur stóran týdning, at ljós, hiti og luftvæta eru í lagi í mun til lutatilfarið, eins og innbúgv og pakkitilfar eru av røttum slagi.

Ikki allir lutir eru í góðum standi, tá teir vera latnir okkum ella funnir í útgrevstrum, og tá er neyðugt við varðveitandi viðgerð, soleiðis at tilfarið kann verða goymt til komandi tíðir í so upprunaligum líki sum gjørligt.

Stovnurin veitir bygdasøvnum, kirkjuráðum og øðrum ráð og vegleiðing í spurningum um varðveiting og konservering.
 
Samband:
Súsanna Joensen
konservator
340 555
[email protected]