logo reytt/hvítt
 Um Søvn Landsins        Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
navnið 2        
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Fornminnafriðing
Bygningafriðing
Friðaðir bygningar
Skip við átekning sum
mentanarsøgulig skip

Mentanarsøguligir lutir
 
aa Konservering av lutum

Kommunur og fornminni
Fornminni í sjónum
Fornminni í Kirkjubø
Koltur
Hvalastøðin við Áir
Mentanarsøguligir lutir

Útflutningur av mentanarsøguligum lutum
Lutir eldri enn 100 ár, sum hava listarligt, mentanarligt ella søguligt virði, mugu ikki flytast av landinum uttan við loyvi frá landsantikvarinum. Forboðið er galdandi fyri lutir bæði í privatari og almennari ogn. Hetta er ásett í fornminnafriðingarlógini, § 9a.

Er ivi um aldurin á einum luti ella noktar landsantikvarurin útflutningsloyvi, tekur landsstýrið endaliga avgerð. Landsantikvarurin kann við landsstýrisins góðkenning nokta útflutning av sera merkisverdum lutum, ið eru yngri enn 100 ár.

Ognarrættur til jarðfunnar fornlutir
Í nýggjari føroyskari lóggávu eru ongar ásetingar um dánarfæ (deyða manna fæ), t.v.s. jarðfunnar leyslutir, sum eingin kann staðfestast at eiga. Í grannalondunum er dánarfæ ogn landsins.

Ásetingar um tílíkt finnast tó í eldri lóggávu, sum var galdandi í Føroyum í 17-19. øld og í hesum førinum helst galdandi enn, nevniliga í Norsku Lóg hjá Christiani kongi V. frá 1687, í 5. bók, 9. kap, 1-5. art. um funnið fæ.

Har verður ásett, at finnur ein fæ, sum eingin eigur, skal hetta fráboðast myndugleikunum, og finnur ein niðurgrivið fæ, eigur kongur (tað almenna) lut í virðinum. Sí áseting í Norsku lóg