logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Fornminnafriðing
Bygningafriðing
Friðaðir bygningar
Skip við átekning sum
mentanarsøgulig skip

Mentanarsøguligir lutir
Kommunur og fornminni
Fornminni í sjónum
Fornminni í Kirkjubø
Koltur
Hvalastøðin við Áir
Portugálið, Tórshavn
Portugálið var upprunaliga støðin hjá vaktarkorpsinum í Havn, “Corps de Garde”. Helst av hesum hevur bygningurin fingið sítt løgna navn.
Sambært íristing í suðurskjøldrinum varð Portugálið bygt í 1693, meðan Christan hin 5 var kongur í Danmark og Friederich von Gabel var lensharri hansara í Føroyum.

Umframt at vera vaktarstova, var Portugálið lóðurgoymsla hjá Skansanum, og í kjallaranum var fangatippi. Seinni gjørdust húsini fangahús burturav. Tað sigst, at í tí myrka kjallaranum var hin illa gitni spískisteinur, har brotsmenn kundu verða settir at pínast við loddi á hvørjum fóti. Spískisteinur eri ikki til longur.
Í 1762 varð Portugálið tikið niður til grundina og bygt uppaftur. Óvist er, um talan er um fulla ella bert lutvísa nýbygging. Kanska er tað elsta av tí núverandi bygninginum tí ikki eldri enn so.

Árið fyri, at skansin varð niðurlagdur sum hernaðarligur stovnur í 1865, varð Portugálið selt á uppboði til týsku handilsfyritøkuna C.F. Siemsen. Miðskeiðis í 1890-árunum átti Johannes Jacobsen, skipsførari, húsini, og í 1898 yvirtók Sam Olsen, keypmaður, tey og umbygdi tey til handil og íbúð. Umleið 1905 fingu húsini tað snið, tey hava í dag.

Í 1930-árunum skiftu húsini eigara, og tey vórðu innrættað við sjálvstøðugum leiguíbúðum í øllum trimum hæddum.

Føroya Landsstýri yvirtók seinni ognina, og í 1994-95 vórðu húsini umvæld og innrættað til skrivstovuhølir hjá landsumsitingini.

Við stínum 300 árum á baki er Portugálið eitt av elstu húsunum í gomlu Havnini, og sum bygningurin stendur í dag við sínum høgu múraðu veggjum og eyðkendu útsjónd sum heild umboðar hann bæði føroyskan byggisið gjøgnum eitt langt tíðarskeið og týðandi partar av føroyskari søgu.

Umframt tað søguliga er Portugálið vorðið ein partur av skaldsliga umhvørvinum hjá havnarmonnum. Her hildu teir glataðu spælimenninir til í skaldsøguni hjá William Heinesen við sama navni.
Friðaðir bygningar í Føroyum

Suðuroy
14: Porkeris kirkja
55: Gamli Bókhandil
55: Á Mýrini
55: Ólastova
55: Hjá Elspulenu á Krákusteini
55: Bøgøta 9
55: Hornahúsini
55: Prestagarðurin í Sandagerði
55: Uppsitarahúsini í Sandagerði og umliggjandi øki í Sandagerði

Norðurstreymoy
43: Á Eystaru Hellu
43: Hellugarður
43: Handil hjá Niclas Jacobsen
43: Mylla í Kvívík
44: Faktorhúsini á Fitjum
45: Saksunar kirkja
45: Dúvugarðar
46: Hjá Dánjal Jákup og Inni hjá Ísaki
46: Hjá Hans Jákup í Køkinum
47: Haldarsvíkar kirkja
49: Hvalvíkar kirkja
51: Kollafjarðar kirkja
51: Í Todnesi
51: Í Tinggarðinum

Eysturoy
56: Sjóvar kirkja
60: Á Látrinum
61: Handilin hjá Sofus Debes
61: Sámalstovugróthúsið
62: Funnings kirkja
64: Hjá Jens í Funningsfirði
65: Oyndafjarðar kirkja
65: Húsini í Víkum
65: Gamli Skúli
68: Gamli býlingurin í Norðragøtu
75: Prestagarður og kirkja á Nesi

Norðoyggjar
78: Mylla í Mikladali
78: Smiðjan í Norðnástovu
80: Kunoyar kirkja
80: Myllan í Kunoy
84: Handilshúsini úti í Klaksvík
84: Faktorhúsini úti í Klaksvík
88: Bóndagarðurin í Lon í Depli