logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Fornminnafriðing
Bygningafriðing
Friðaðir bygningar
Skip við átekning sum
mentanarsøgulig skip

Mentanarsøguligir lutir
Kommunur og fornminni
Fornminni í sjónum
Fornminni í Kirkjubø
Koltur
Hvalastøðin við Áir
Innari Stovugarður, Kirkjubø
Innari Stovugarður Kirkjubø
Stokkastovurnar og gamla roykstovan í bóndahúsunum í Kirkjubø standa oman á breiðum steinkjallara, ið hevur heilt annað skap enn húsini. Skilligt er, at hesin kjallari er ikki upprunaliga gjørdur til hesi hús – hann er partur av gamla biskupsgarðinum, sum nú er burtur.

Fornfrøðiligar rannsóknir í 1950-árunum vístu, at leivdir eftir biskupsgarðinum vóru til í so stóran mun, at tað bar til at vísa á, hvussu hann hevur verið vorðin. Miðdepilin í biskupsgarðinum hevur verið tvær javnfjarar lonir við vakurt steinsettum 16 m breiðum túni ímillum. Túnið var inngirt við múraðum gørðum fyri norðan og sunnan, og tætt fram við vesturlonini rann áarløkur, Portursá.

Eysturlonin, sum í dag er kjallari undir bonahúsunum, hevur uttan iva verið niðara hædd á sethúsum, sum biskupur búði í. Einir 25 metrar av longdini eru varðveittir, lonin er um 11 m breið. Teir 1,65 m tjúkku búrarnir eru laðaðir sama hátt sum kirkjurnar, teir eru so mikið tjúkkir, at ovara hædd kann eisini hava verið av gróti. Smáir gluggar síggjast í eystur- og suðurveggi. Bøtt er um dyrnar, ið venda inn móti túninum, seinni í tíðini.

Einaferð í miðøldini hevur eysturlonin fingið stóran skaða av skalvalopi. Kanska er tað eftir hetta, biskupur læt byggja tvey rúm afturat eysturvegginum, og millum teirra eitt trappurúm. Har vór udyr móti nýggju dómkirkjuni, Múrinum.

Vesturlonin hevur verið 45 m long og 7 m breið uttan. Í tí partinum, sum er kannaður, eru funnin 4 rúm. 3 teirra hava dyr móti túninum. Hugsandi er, at ein hædd úr viði hevur staðið oman á teimum meturtjúkku veggjunum.

Stokkastovurnar og roykstovan, sum bygdar eru saman við tey yngru bóndahúsini, eru, sum orðið sigur, stokkabygdir bygningar og ikki stavbygdir, sum vanligt hevur verið í Føroyum. Ilt er at siga, nær hesi hús eru sett oman á tann gamla biskupsgarðskjallaran, og hvussu gomul tey eru, annað enn at tey eru úr miðøld. Kanska eru tey flutt higar aðrastaðni frá. Søgn er í Kirkjubø, at roykstovan kom liðugt tilgjørd úr Noregi.

Stokkastovurnar eru umvældar í nýggjari tíð, men roykstovan, ið stendur inni í bóndahúsunum, er so at siga í upprunaligum líki.
Av tí at roykstovan hóskar ikki so væl til kjallaraveggirnar, standa skorður undir undirsyllunum. Ein teirra er áttahyrnt súla við vakurt útskornum høvdi í gotiskum stíli.

Stokkastovurnar, sum standa í dag, eru bert lítil partur av einum nógv størri timburbygningi, sum einaferð varð 15 m. langur og 8,5 m breiður. Parturin, sum nú er burtur – hann varð rivin einaferð í 1800-árunum,- var stór høll – 10,5 x 5 m til støddar, opin upp í tróðrið. Grundin sæst enn norðan fyri stokkastovurnar. Teær varðveittu stokkastovnurnar hava verið forrúm, haðan kongt var innar í høllina. Slík hús vórðu bygd á stórgørðum í Noregi um ár 1300.
Friðaðir bygningar í Føroyum

Suðuroy
14: Porkeris kirkja
55: Gamli Bókhandil
55: Á Mýrini
55: Ólastova
55: Hjá Elspulenu á Krákusteini
55: Bøgøta 9
55: Hornahúsini
55: Prestagarðurin í Sandagerði
55: Uppsitarahúsini í Sandagerði og umliggjandi øki í Sandagerði

Norðurstreymoy
43: Á Eystaru Hellu
43: Hellugarður
43: Handil hjá Niclas Jacobsen
43: Mylla í Kvívík
44: Faktorhúsini á Fitjum
45: Saksunar kirkja
45: Dúvugarðar
46: Hjá Dánjal Jákup og Inni hjá Ísaki
46: Hjá Hans Jákup í Køkinum
47: Haldarsvíkar kirkja
49: Hvalvíkar kirkja
51: Kollafjarðar kirkja
51: Í Todnesi
51: Í Tinggarðinum

Eysturoy
56: Sjóvar kirkja
60: Á Látrinum
61: Handilin hjá Sofus Debes
61: Sámalstovugróthúsið
62: Funnings kirkja
64: Hjá Jens í Funningsfirði
65: Oyndafjarðar kirkja
65: Húsini í Víkum
65: Gamli Skúli
68: Gamli býlingurin í Norðragøtu
75: Prestagarður og kirkja á Nesi

Norðoyggjar
78: Mylla í Mikladali
78: Smiðjan í Norðnástovu
80: Kunoyar kirkja
80: Myllan í Kunoy
84: Handilshúsini úti í Klaksvík
84: Faktorhúsini úti í Klaksvík
88: Bóndagarðurin í Lon í Depli