logo reytt/hvítt
 Um Søvn Landsins        Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
navnið 2        
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
3D-uppmáting av Múrinum

Í 2009 varð gjørd ein skanning ella 3D-uppmáting av Kirkjubømúrinum. Skanningin varð gjørd í sambandi við bygningafornfrøðiligu kanningarnar av Múrinum.

Endamálið við skanningunum og bygningafornfrøðiligu kanningunum er at skjalfesta støðuna á múrverkinum, áðrenn farið verður undir sjálva konserveringina av tí.

3D-uppmátingin av Kirkjubømúrinum og bispagarðskjallaranum hevur ein neyvleika upp á brotpartar av millimetrum. Hon er eitt týðandi amboð fyri skjalfestingina og samanbering við eldri skrásetingar og eisini fyri samanbering av dátum um skyld bygningsverk í grannalondunum. 3D uppmátingin gevur heilt serligt innlit í fornu byggilistina og heilt nýggjar møguleikar til miðlan av fornminnunum í Kirkjubø.







Tvey av kjallararúmunum í bóndahúsunum, nevnd innari kjallari og myrkastova, vórðu eisini skannað.

Skanning av bispagarðskjallaranum