logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Fornminnafriðing
Bygningafriðing 
Friðaðir bygningar
Skip við átekning sum
mentanarsøgulig skip

Mentanarsøguligir lutir
Kommunur og fornminni
Fornminni í sjónum
Fornminni í Kirkjubø
 
aa  Nær varð Múrurin bygdur?
 
   Múrurin síðan 1817
 
   Frágreiðingar og álit
 
   3D-uppmáting av Múrinum

Koltur
Hvalastøðin við Áir
 
Fornminni í Kirkjubø
Kirkjubømúrurin 2013-01

Fornminnini í Kirkjubø eru tey einastu í Føroyum, sum eru stórfingin í útsjónd. Tey umboða ikki siðbundnan føroyskan byggisið, men eru merkt av sambandi teirra við norðurlendsku og alheims kirkjuna í miðøld. Tey bera boð um ríkidømi og vald í einum annars fámentum samfelagi og greina, at tað serliga var umvegis Kirkjubø, at mentanarlig rák úr Norðurlondum og Evropa komu inn í føroyska samfelagið.

Fornminnini í Kirkjubø, sum hava størst áhuga, eru
- Múrurin, bygdur umleið 1300.
- Bispagarðsleivdirnar við múraðum kjallarum frá umleið 1300.
- Stokkastovurnar frá uml. 1350, sum standa oman á múraðu bispagarðskjallarunum.
- Kirkjutoftin Líkhús, bygd umleið 1420.
- Sóknarkirkjan, sum varð bygd sum biskupskirkja umleið 1250.

Harumframt finnast í økinum nærendis lutvíst útgrivin og óútgrivin jarðføst fornminni, sum hava tilknýti til biskupssetrið og bygging á staðnum í miðøld og víkingaøld.

 
Samband:
Símun V. Arge
790 550
[email protected]















Tíðindaskriv: 
10.04.2013
Varðveitingararbeiðini í Kirkjubømúrinum halda fram