logo reytt/hvítt
 Um Søvn Landsins        Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
navnið 2        
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Fornminnafriðing
Bygningafriðing
Friðaðir bygningar
Skip við átekning sum
mentanarsøgulig skip

Mentanarsøguligir lutir
Kommunur og fornminni
Fornminni í sjónum
Fornminni í Kirkjubø
Koltur
Hvalastøðin við Áir
Hvalastøðin við Áir

Hvalastøðin við Áir er tann einasta eftir av teimum tilsamans 7 føroysku hvalastøðum, sum vórðu settar á stovn báðumegin 1900. Hvalastøðin við Áir varð sett á stovn í 1905, og er tann einasta av norskum uppruna, sum enn stendur uppi á norðara hálvu.

Einans tríggjar hvalastøðir eru eftir av teimum til samans 214 hvalastøðum, sum norðmenn reistu fram við strondunum í øllum heimshøvunum. Ein er eftir í Albany í Australia, ein er á South Georgia í Suðuríshavnum – og síðani er tað hvalastøðin við Áir. Aðrar tjóðir høvdu eisini hvalastøðir, og onkrar teirra eru eisini varðveittar.

SAMBAND:
Erland Viberg Joensen
340 551
[email protected]
















Hvalastøðin, yvirlit yvir økið

Hvalastøðin, verkætlanin
Hvalaveiðusøga Føroya
Norskar hvalastøðir
Hvalastøðir í Føroyum
Hvalabátar í Føroyum
Hvalaveiðuhagtøl við Áir
 
Tak niður álit um økisskipan kring hvalastøðina við Áir



 
Onnur hvalaveiðusøvn
Albany’s Historic Whaling Station
Hvalastøðin South Georgia Heritage Trust
Hvalaveiðisavnið í Sandefjord
New Bedford Whaling Museum



 



 



Stórhvalaveiðan undir Føroyum var upprunaliga norsk áhugamál. Hvalastøðin við Áir er tann einasta eftir av teimum tilsamans 7 føroysku hvalastøðum, sum vórðu settar á stovn báðumegin 1900:

1894: Støðin á Gjánoyri, norðanfyri Streymin. Gavst í 1925.
1898: Støðin í Norðdepli. Gavst í 1920.
1901: Støðin í Funningsfirði. Gavst í 1925.
1901: Søðin í Lopra. Gavst í 1953.
1902: Støðin í Selvíkum. Gavst í 1912.
1902: Støðin á Signabø. Gavst í 1912.
1905: Støðin við Áir. Gavst í 1984.

Støðin við Áir tók seinast ímóti stórhvali fyrst í 1980-árunum, men sum støð, ið framleiddi lýsi, turrfóður til útflutnings, seldi stórhvalatvøst til skip og tað føroyska húsarhaldið, helt hon uppat í 1958, hóast støðin var opin nøkur ár í 1960- og 1970-árunum.