logo reytt/hvítt
 Um Søvn Landsins        Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Fornminnafriðing
Bygningafriðing
Friðaðir bygningar
Skip við átekning sum
mentanarsøgulig skip

Mentanarsøguligir lutir
Kommunur og fornminni
Fornminni í sjónum
Fornminni í Kirkjubø
Koltur
Hvalastøðin við Áir
 
Kommunur og fornminni

Løgtingslógin um býarskipanir og byggisamtyktir veitir kommunalum myndugleikum heimild fyri viðtøkum um brúk og vernd av økjum, t.d. við atliti at mentanarminnum.

Ætlanin við lógini er at leggja til rættis brúk av økjum og bygging til frama fyri hin einstaka og samfelagið. Í hesum liggur eisini ein skylda til at taka virðini, sum mentanarminnini umboða, við í plan- og byggimálsviðgerðina.

Lógin um býarskipanir og byggisamtyktir er týdningarmesta amboðið hjá kommununum til at taka sær av mentanarminnum. Vernd við byggisamtykt er ein dynamiskur verndarháttur, tí byggisamtyktir verða við jøvnum millumbilum dagførdar.

Mælt verður til, at kommunur altíð senda Landsantikvarinum/Føroya Fornminnissavni ætlanir um byggisamtyktir til hoyringar

Býarskipanarlógin
 
Samband:
Helgi D. Michelsen
340 553
[email protected]