logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Fornminnafriðing
Bygningafriðing
 
aa Kort yvir friðaðar bygningar
 
  Hvussu friða vit?
 
  At eiga friðað hús
 
  Hvør kann reisa friðingarmál?
 
  Avlýsing
 
  Málsgongdin
 
  Viðlíkahald av bygningum
 
  Loyvi
 
  Stuðul
 
  Hoyringar og nýggjar friðingar

Friðaðir bygningar
Skip við átekning sum
mentanarsøgulig skip

Mentanarsøguligir lutir
Kommunur og fornminni
Fornminni í sjónum
Fornminni í Kirkjubø
Koltur
Hvalastøðin við Áir
Málsgongdin

Ein friðing er í útgangsstøðinum bindandi í alla framtíð. Tí er neyðugt, at avgerðir í friðingarmálum verða tiknar á fakliga hollum støði. Eisini er neyðugt at taka borgarar og serliga tey, ið hava áhugamál á røkja við atliti at tí, ið uppskot er um at friða, uppí málsviðgerðina eins og fyriskipað í lóg um almenna fyrisiting. Av tí at alt hetta er neyðugt, er friðingartilgongdin altíð drúgv.

Niðanfyri verður tann vanliga friðingartilgongdin lýst:

Landsantikvarurin/Føroya Fornminnissavn fær eina áheitan um at friða ein bygning. Við áheitanini fylgir tilfar om bygningin; men Føroya Fornminnissavn savnar eisini sjálvt upplýsingar, t.d. um líknandi bygningar, mentanarsøguligu viðurskiftini hjá bygninginum, tíðarsermerki o.s.fr.

Á hesum støði metir Landsantikvarurin, um friðingarmál skal verða reist. Er metingin negativ, verður friðingarmál ikki reist, og avgerðin kann ikki kærast. Er metingin positiv, verður friðngarmál reist, sum verður lagt fyri Fornminnisnevndina til støðutakan.

Fornminnisnevndin, sum er samansett av einum lógkønum, einum bygningakønum og landsantikvarinum, metir síðani um málið. Friðingarmálið kann bert førast víðari, um Fornminnisnevndin er samd um tað. Um semja ikki er í nevndini, verður friðingarmálið slept, og avgerðin kann ikki kærast.

Um Fornminnisnevdnin er samd um, at ein bygningur er friðingarverdur, verða boð send til ánarar, brúkarar, kommunu, góðkend bygdasøvn í økinum og onnur, sum skrivliga hava upplýst, at tey ynskja at verða kunnað um, at friðingarmál er reist.

Samstundis verður ein lýsing um friðingaruppskotið sett í bløðini og harvið almenn hoyring sett í verk. Hoyringin varar vanliga tríggjar og ein hálvan mánað. Í hesi tíðini kunnu øll senda inn viðmerkingar til friðingaruppskotið.

Frá tí at bræv er sent út um, at hoyring er sett í verk, mugu ikki fremjast bygningaarbeiði ella broytingar á bygningin uttan við loyvi frá Landsantikvarinum. Bygningurin má sjálvandi heldur ikki verða niðurrivin.

Tá hoyringstíðin er farin, skal Fornminnisnevndin innan tríggjar mánaðar taka støðu til, um hon vil gjøgnumføra friðingina, m.a. við støði í teimum viðmerkingum, sum møguliga eru innkomnar. Tá nevndin hevur tikið eina avgerð, verða partarnir kunnaðir um avgerðina.

Fornminnisnevndin sendir tilmæli sítt til landsstýrismannin við mentamálum, sum tekur endaliga avgerð í málinum. Avgerðin, sum ikki kann kærast, verður síðan tinglýst og kunngjørd í fjølmiðlunum.

Eingin tíðarfreist er ásett um avgerð og avgreiðslu landsstýrismansins.
 
SAMBAND:
Tórálvur Weihe, arkitektur
340 552
[email protected]