logo reytt/hvítt
 Um Søvn Landsins        Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
navnið 2        
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Fornminnafriðing
Bygningafriðing
 
aa Kort yvir friðaðar bygningar
 
  Hvussu friða vit?
 
  At eiga friðað hús
 
  Hvør kann reisa friðingarmál?
 
  Avlýsing
 
  Málsgongdin
 
  Viðlíkahald av bygningum
 
  Loyvi
 
  Stuðul
 
  Hoyringar og nýggjar friðingar

Friðaðir bygningar
Skip við átekning sum
mentanarsøgulig skip

Mentanarsøguligir lutir
Kommunur og fornminni
Fornminni í sjónum
Fornminni í Kirkjubø
Koltur
Hvalastøðin við Áir
 
Bygningafriðing

Ein stórur partur av tí føroyska mentanararvinum eru bygningar, sum byggilistarliga og mentanarliga boða frá ymiskum tíðarskeiðum í søgu okkara. Vit friða teir bestu av teimum fyri at tryggja, at teir í størst møguligan mun vera varðveittir eins og teir vóru - til gleði fyri okkum og komandi ættarlið.

Tað eru ikki einans teir glæsiligastu bygningarnar, sum vit friða. Vit friða eisini vanlig hús, hús hjá ymiskum samfelagsbólkum, skúlar, ídnaðarbygningar, kirkjur, ja eisini smáar einfaldar bygningar so sum gróthús, hjallar o.s.fr. Og tað kunnu eisini vera eldri sum yngri bygningar. Friðaðir bygningar hava tað til felags, at teir umboða tað besta ella tað mest eyðkenda fyri teirra slag og tíðarskeið, og at teir hava týdning fyri tjóðarsøgu okkara.

Landsantikvarurin/Føroya Fornminnissavn varða av teimum friðaðu bygningunum. Landsantikvarurin skal eisini finna nýggj evni at friða. Eisini skal hann avlýsa friðingar, sum ikki longur eru viðkomandi, og harumframt taka støðu til øll sløg av broytingum í friðaðum bygningum, íroknað umvælingar og endurbyggingar - sjálvt broytingar í skelting á einum bygningi.

Lógargrundarlagið hjá landsantikvarinum at arbeiða við friðaðum bygningum er løgtingslóg 19/1948 um friðing av jarðføstum fornminnum og bygningum. Arbeiðið við friðaðum bygningum er savnað hjá Bygningaantikvarisku deildini hjá Føroya Fornminnissavni.

Landsantikvarurin skal ráðføra seg við Fornminnisnevndina í sambandi við bygningafriðing. Fornminnisnevndin er ein tilmælandi nevnd hjá landsstýrismanninum við mentamálum, sum hevur evstu ábyrgd í friðingarmálum.
 
SAMBAND:
Tórálvur Weihe, arkitektur
340 552
[email protected]