logo reytt/hvítt
 Um Søvn Landsins        Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
navnið 2        
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Maðurin og báturin
 

© Martin Nolsøe Simonsen og Søvn Landsins      
 
Á heysti 2009 fekk Føroya Fornminnissavn útgerð, amboð, gripir hjá bátasmiðinum Niclas C. Niclasen (1909-91) – Niclas í Koltri. Í stóru avhendingini vóru eisini skjøl, brøv, bíbliur, lestrarbøkur og myndir. Tilfarið er latið Føroya Fornminnissavni til ognar.

Summarið 2010 varð framsýningin um Niclas í Koltri, Maðurin og báturin, sett upp.

Niclas í Koltri var kendur bátasmiður. Í uppvøkstrinum komu smiðir út í Koltur at smíða bátar. Pápi hansara, bóndin Niclas S. Niclasen – Gamli Niclas, smíðaði eisini, men fekst mest við at umvæla bátar, og sagt verður, at nólsoyingurin Jóhan Danielsen – Jóhan í Garði, kom út í Koltur at smíða bátar.

Sum ungur var Niclas til skips, men tíðliga sást, at hann hevði hug og handalag til bátasmíð. Í 1927 smíðaði hann sín fyrsta bát, og tann seinasta bátin í 1986. Tá hevði hann smíðað tilsamans 360 bátar.

Í 1957 smíðaði Niclas sín fyrsta kappróðrarbát, áttamannafarið ‘Miðving’. Handalagið hjá Niclasi var gott, og bátarnir hjá honum hava eitt vakurt og smidligt snið, og her trínur handverkarin Niclas fram sum ein framúr góður listamaður. Niclas smíðaði tilsamans 75 kappróðrarbátar.

Í 1937 giftist Niclas við Elisabeth, ættað frá Gjógv. Sama ár tók Niclas við festinum eftir pápan, men fekst alt meira við at smíða bátar. Í 1961 segði Niclas festið Norðuri í Gerði frá sær, og fluttu Elisabeth, Niclas og Gamli Niclas til Havnar. Tey búsettust undir Heygnum Mikla, og har helt hann fram at smíða bátar á verkstaðnum í kjallaranum.

Síðan framsýningina í 2010 hava smiðir, kappróðrarfólk og onnur spurt seg fyri um tilfarið hjá Niclasi, og fyrispurningar koma javnan.

Gripirnir eftir Niclas í Koltri hava stóran mentanarsøguligan týdning, og tilfarið alt kann brúkast til bæði at skjalfesta bátasmíð sum handverk, og í framhaldandi granskingini av tí føroyska bátinum.