logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Upplatingartíðir
Praktisk kunning
Skúlatænasta
 
aa Undirvísingartilfar
 
  Tættir úr mentanarsøguni
 
  Tættir úr náttúrusøguni

Savnsbúð
Rundvísing
Filmar
Framsýning í Brekkutúni 6,
Tjóðsavn - mentan og náttúra

Útisavnið í Hoyvík
Dúvugarðar í Saksun
Koltur
Hvalastøðin við Áir
Prentaðir faldarar o.a.
Myntskatturin av Sandi

Tann einasti skattur, sum higartil er funnin í Føroyum, varð funnin í kirkjugarðinum heima á Sandi í 1863. Mads Andreas Winther(1813-1879), sýslumaður, varnaðist ein samfestan klump í moldini úr nýgrivnari grøv. Hetta vísti seg at vera 98 silvurmyntir og lítið silvurband. Alt bendir á, at myntskatturin um 1100 er huldur undir gólvhellunum í einum húsum, sum síðan eru horvin, og kirkjugarðurin er so víðkaður yvir toftina. Sýslumaðurin sendi amtinum skattin. Umvegis løgmálaráðið var hann sendur savninum.

1-3:
Ónevndir myntir frá Haraldi Harðráða (1047-1066) og Ólavi Kyrra (1067-1093)

4-15:
Myntir frá Magnusi Berføtta (1093-1103), helst úr Tróndheimi. Til 1980 vóru hesir myntir so at siga teir einastu, sum kendir vóru frá Magnusi Berføtta. Flestir bera eina stíliseraða kongsmynd, men nakrir hava ímyndir, t.d. kristna páskalambið (14) og ein prýðiligan flogdreka (15)

16-18:
Tríggir av donsku myntunum bera listarliga stiliseraðar kongsmyndir, t.d. Lundarmynturin hjá Hørðaknúti við slangumynd (eftir uml. 1026) og norðurjúsku myntirnir hjá Sveini Estridarsyni, m.a. úr Viborg.

19-30
Ensku myntirnir eru frá Knúti Mikla (1017-35) (19-22), Haraldi Harufóti (1035-40) (23-25) og Edvardi Játtaranum (1042-66). Teir yngstu (28-30) eru frá uml. 1056-59 við trúnandi kongi á framsíðuni og 4 ørnum aftanfyri.

31-32
Norðurlendsk eftirgerð av enskum mynti frá Knúti Mikla (eftir uml. 1018) og írskur myntur frá miðjuni av 1000árunum. Hesin er gjørdur eftir einum vanligum enskum mynti frá um ár 1000.

33-36
Týsku myntirnir eru úr Dokkum í Fríslandi, Andernach við Tínánna, úr keisarastaðnum Aachen og úr einum ókendum staði. Týsku myntirnir eru allir eldri enn um 1060. Mynturin úr Aachen (35) er einasti kendi av sínum slag og tískil eindømi.

 
Myntur