logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
 
Útisavnið í Hoyvík

Kúrdalsvegur 16, Hoyvík.
Gomlu bóndahúsini á Hoyvíksgarði við úthúsum.

Sí upplatingartíðir

Atgongugjald:
  • Vaksin: 30 kr
  • Pensionistar og bólkar (> 10): 20 kr
  • Børn og skúlanæmingar: Ókeypis
Atgongumerkið er galdandi í øllum framsýningum hjá
Søvnum Landins sama dag. 


 
Úthús og umhvørvið
Fyrst í 1800-árunum hevði festigarðurin 308 áseyðir, 7 mjólkikýr, 1 fýramannafar og 1 áttamannafar. Uppsitaragarðurin hevði 180 áseyðir, 5 mjólkikýr og 1 fýramannafar.
Úthúsini standa á heimrustini og niðan í geilina, fjós, hjallar, hoyggjhús o.s.fr. Í Kúrdali var vatnmylla.

Geilin gongur frá henni niðan gjøgnum bøin. Neytini vórðu rikin gjøgnum geilina niðan í hagan.

Útisavnið í Hoyvík
Útisavnið í Hoyvík liggur í vøkrum gomlum landslagi stutt út miðbýnum í Havn. Har ber til uppliva ein gamlan føroyskan garð við sethúsum og úthúsum.

Hoyvíksgarður
Hoyvíksgarður varð virðismettur til 12 merkur uttangarðs og 18 merkur innangarðs. Garðurin bar 440 áseyðir.

Søgn er, at sethúsini upprunaliga stóðu í Kúrdali, men at bóndin, sum festi í 1722, flutti tey oman hagar, tey nú standa.

Í 1810 varð garðurin býttur í tvey festi, har fútin hevði annað í løn. Fútahúsini stóðu beint eystanfyri hesi húsini og vórðu niðurtikin í 1920, tá tann parturin av garðinum varð gjørdur til royndarstøð.

Í 1810 vóru 10 fólk í húsi hjá bóndanum og 6 fólk hjá uppsitara fútans.

Sethúsini
Sethúsini eru í dag innrættað sum umleið í 1920. Eystari partur av húsunum var í festi, og vestari partur í ogn. Ognarparturin var til eldru bóndahjúnini, tá ið yngra ættarliðið hevði tikið við festinum.

Roykstovan var arbeiðs- og uppihaldsrúmið á garðinum. Her varð matur gjørdur, ull virkað, seyður flettur og mangt annað. Her savnaðist fólkið á garðinum um kvøldanar at siga frá søgum, kvøða og hugna sær.

 Hoyvíksgarður plan


Hoyvíksgarður byggistig

 
Hoyvíksgarður







Hoyvíksgarður kort 

















Hoyvík kort