logo reytt/hvítt
 Um Søvn Landsins        Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
TJÓÐSAVN - mentan og náttúra
tjaldur søvn 2 søvn
bátar dinosaurisar lomb

Brekkutún 6, Hoyvík
Sí upplatingartíðir

Føst framsýning um føroyska náttúru- og mentanarsøgu, og við tættum úr jarðfrøðini, plantufrøðini, sjódýrafrøðini landdjórafrøðini, fornfrøðini, fólkalívi og nýggjari søgu. 

Framsýningin vísur tað týdningarmesta og mest grundleggjandi, vit hava, sum vit eiga í felag, og sum vit skulu umsita og røkja, nevniliga náttúru- og mentanararv landsins. 

Í framsýningini er náttúrusøgan og mentanarsøgan flættaðar saman. Einki í náttúruni stendur stilt, og einki í mentanini stendur í stað. Náttúran ávirkar mentanina, og mentanin ávirkar náttúruna. Nýggj vitan og vísindalig úrslit daga undan, og tí er framsýningin ein tilgongd.


Atgongugjald: 
  • Vaksin: 30 kr
  • Pensionistar og bólkar (> 10): 20 kr
  • Børn og skúlanæmingar: Ókeypis
Atgongumerkið er galdandi í øllum framsýningum hjá
Søvnum Landins sama dag.