logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Søgan hjá Fornminnissavninum

Forngripagoymsla
Hugsanin um eina Forngripagoymslu í Føroyum varð fyrstu ferð borin alment fram í 1890 av Jóannesi Paturssyni. Hetta var mitt í teirri gróðrarríku Føroyingafelagstíðini, og Forngripagoymslan er – eins og Fólkaháskúlin – eitt av teimum varðandi úrslitunum, sum spurdust burtur úr tí ríka mentanarlívi, ið tá var.

Ikki bar tó til beinanvegin, og í komandi árunum venda Jóannes Patursson og bróðurin Sverri fleiri ferðir aftur til málið í bløðunum og serstakliga í ungmannafelagnum Sólarmagn, sum eisini gjørdi nakrar miseydnaðar royndir at fáa gongd á. Men í 1898 eydnaðist tað. Sólarmagn kallaði saman til almennan fund á ólavsøku hetta árið, og varð har samtykt at seta á stovn Føroya Forngripagoymslu.

Endamálið við Forngripagoymsluni var at savna, varðveita og framsýna fornlutir, og var tað helst grundað á eina romantiska kenslu av, at tað var eitt virði í sjálvum sær at minnast, æra og virða undanfarin ættarlið við at varðveita nakað av evnisleivdum teirra.

Aðrar grundir vóru tjóðskaparligar. Í hesi tíð, tá menn leitaðu eftir tjóðskaparligum samleika, varð ført fram, at ein forngripagoymsla kundi hjálpt til at skapa føroyskt tjóðareyðkenni.

Uppaftur aðrar grundir vóru praktiskar. Ein forngripagoymsla kundi kanska tarna tí streymi av fornlutum, sum á hvørjum ári fór út av landinum, og eisini hugsaðu menn sær, at fornlutirnir kundu gerast fyrimyndir hjá handverkarum, sum við eftirgerð kundu skapa ein nýggjan ídnað.

Tó at tær verða nevndar, hava tær orsøkir ikki ligið frammarlaga í huganum, sum vit í dag halda vera tær týdningarmestu: at fornlutir og fornminni geva okkum upplýsing og kunnleika um farin viðurskifti, sum hava verið við til at skapa tilveru okkara í dag.

Ólavsøkufundurin 1898
Á Ólavsøkufundinum í 1898 varð vald ein 18 manna nevnd at stjórna savninum, og Andrass Sámalsson varð settur at taka ímóti gripum, bókføra og goyma teir. Men hóast nevndin var íðin at heita á fólk og biðja tey senda gripir, kom lítið av skafti tey fyrstu árini. Í árinum 1900 fekk savnið sín fyrsta almenna studning, 50 krónur frá løgtinginum, men hóast manningin var stór og 50 krónur tá í tíðini vóru væl meiri verdar enn í dag, so noyddist nevndin á ársfundinum í 1901 at viðganga, at hon framvegis átti fleiri limir, enn hon átti forngripir.

Men nú kom vend í. Rasmus Rasmussen, háskúlalærari, varð valdur nevndarformaður, og innsavningarhátturin varð broyttur. Saman við A.C. Evensen, sum stutt eftir gjørdist prestur á Sandi, ferðaðist hann kring landið og fekk skjótt nakrar hundrað lutir til vegar. Gongd var komin á, og hóast Rasmus Rasmussen stutt eftir legði frá sær, helt A.C. Evensen fram við arbeiðinum, og stýrdi hann savninum við stórum ídni og dugna-skapi til deyða sín í 1917.

Føroya Forngripafelag
Savnið tykist hesa fyrstu tíðina at hava verið sjálvsognarstovnur, men í 1916 varð Føroya Forngripafelag sett á stovn við tí endamáli at savna og varðveita føroyskar forngripir, serstakliga við at halda uppi eini forngripagoymslu, og Forngripafelagið fekk tá savnið til ognar.

Í 1928 varð savnið nýskipað. M.A. Jacobsen, hjúnini Hans Andreas og Petra Djurhuus og fleiri løgdu tá stórt arbeiði í savnið. Tey við¬gjørdu gripirnar, skipaðu teir og settu upp fram¬sýning í Quillinsgarði við regluligum upplatingartíðum.

Andreas Weihe var ein av høvuðsstuðlunum hjá Forngripagoymsluni í 1930-árunum. Hann ferðaðist nógv kring landið og ognaði sær forn-lutir, sum hann síðani læt savninum. Teir flestu lutirnir vóru frá 1700- og 1800-árunum. Gripa-savnið eftir hann er ein týðandi táttur av gripa-savninum hjá Føroya Fornminnissavni fyri hetta tíðarskeiðið. Andreas Weihe var bóndi á Selatrað. Hann var føddur í 1867 og doyði í 1946. Í tíðarskeiðinum 1903-1910 umboðaði hann sambandsflokkin á Løgtingi.

Savnshúsini frá 1931
Í 1931 varð savnið flutt í loftshæddina í tí nýbygda bókasavninum á Debesartrøð, sum Forngripafelagið átti part í. Í hesum hølum var framsýning líka til 1996, tá ið flutt varð í bygningin í Brekkutúni. Ein stóran part av tíðini, meðan framsýning var á bókasavns-loftinum, starvaðist Elsebeth Helene Sørensen á Krákusteini har. Hon legði nógva orku í at skapa forvitni í huganum hjá teimum vitjandi.

M.A. Jacobsen stjórnaði savninum til deyða sín í 1944, og Hans Andreas Djurhuus, sum tók við eftir hann, somuleiðis til deyða sín í 1951. Alla hesa tíðina, og til hon doyði í 1975, var Petra Djurhuus savninum ein tryggur og íðin stuðul.

Fornfrøðiligar rannsóknir
Í 1940 hendi ein avgerandi vøkstur í virksemi savnsins. Higartil hevði savnið bert havt til endamáls at savna inn, varðveita og framsýna fornlutir, men hetta árið átók tað sær eisini at reka fornfrøðiligar rannsóknir. Tað var Sverri Dahl (1910-1987), sum stóð fyri rannsóknunum, og eitt tað fyrsta fornminnið, sum farið varð undir, var víkingagarðurin í Kvívík.

Tað var bert ta fyrstu tíðina, at Forngripagoymslan stóð fyri hesum rannsóknararbeiði. Hóast rannsóknirnar framvegis vórðu gjørdar í samstarvi við goymsluna, var tað løgtingið, sum setti seg á odda fyri rannsóknararbeiðinum og setti á stovn Fornrannsóknar- og Staðanavnanevnd Føroya Løgtings, sum hevði ábyrgdina av fornfrøðiligu rannsóknunum líka til goymslan í 1952 gjørdist almennur stovnur.

Føroya Fornminnissavn
Forngripagoymslan gjørdist almennur stovnur í 1952 undir heitinum Føroya Fornminnissavn. Forngripafelagið hevði tó longu í 1946 latið landinum gripagoymsluna til ognar.

Fornminnissavninum varð nú álagt at røkja ávísar umsitingarligar og vísindaligar uppgávur, og savnið fekk á fyrsta sinni fast starvsfólk, tá Sverri Dahl gjørdist landsantikvarur. Tað fall í hansara lut at skapa grundarlagið undir fjølbroytta virkseminum hjá einum nútímans tjóðminnissavni.

Á ólavsøku sama ár hýsti nýbygda Bátahøllin á Debesartrøð landsframsýningini, sum varð hildin í sambandi við, at 100 ár vóru liðin, síðani Føroya Løgting var endurstovnað. Framsýningin lýsti framburðin og broytingarnar á ymiskum samfelagsligum økjum.

Í 1952, um sama mundið sum Forngripagoymslan gjørdist almennur stovnur, fekk savnið meiri arbeiðs- og framsýningarrúmd. Tá varð Bátahøllin á Debesartrøð bygd, og hon varð bygd fyri pening, sum hjúnini Hans Andreas og Petra Djurhuus lótu. Tað var vilji teirra, at í Bátahøllini skuldu vera arbeiðs- og framsýningarrúm hjá Fornminnissavninum og Náttúrugripasavninum umframt felagshøli hjá Føroya Fróðskaparfelag.

Í mong ár vóru føstu framsýningarnar hjá fornminnissavninum á Bókasavnsloftinum og í Bátahøllini, men við tíðini gjørdist ov trongt. Í 1996 varð flutt í bygning í Brekkutúni í Hoyvík, sum Landsstýrið í 1994 hevði keypt til savnið at hava goymslu í. Sum eina fyribilsloysn varð eisini álagt savninum at hava framsýningar har í nøkur ár.