logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Innlating av lutum og tilfari til Fornminnissavnið

Fornminnissavnið tekur fegið ímóti gripum og øðrum tilfari, sum vit meta vera viðkomandi til lýsing av mentanarsøgu Føroya.

Tá vit fáa eitt tilboð um innlating til savnið, meta vit, um gripurin ella tilfarið lýsa livihátt, starvslíkindi og mentan føroyinga, og um gávan er í samsvari við galdandi innsavningarpolitikk savnsins. 

Tað hevur týdning at kenna søguna hjá teimum gripum og tí søguliga tilfari, ið verða latin savninum. Dentur verður lagdur á at kunna greina heiti, nýtslu og eigara ella brúkara, og helst eisini meira. 

Áðrenn komið verður við lutum, eigur gevari at venda sær til savnvørðin, ið varðar av viðkomandi søguliga málsøki.

Tikið verður ikki ímóti lutum at hava í varðveitslu uttan ognarrætt. Lutir, ið verða latnar savninum, verða latnar tí til ognar, við øllum rættindum tilskilaðum. Sí lóg um upphavsrætt

Hetta er grundað í, at tað almenna við gávuni bindur seg til at varðveita tað, sum tikið verður ímóti, til framtíðar ættarlið, og harvið bindur seg til í framtíðini at gera íløgu í varðveitsluuppgávuna.

Hetta ger, at savnið tilskilar sær rætt til at "velja og vraka". Valið verður gjørt við støði í søgufakligum metingum, sum stovnurin ger í hvørjum einstøkum føri.

Vaktarfólk í framsýningunum hava ikki heimild at taka ímóti gripum uttan nærri avtalu millum gevara og nevndu ábyrgdarfólk.

Lutir, ið savnið tekur ímóti, verða innskrivaðir í samlingar tess, við øllum viðkomandi upplýsingum, og kunnu einans verða útskrivaðir aftur við góðkenning frá avvarðandi landsstýrismanni.

Innsavningarpolitikkurin er skipaður eftir altjóða reglum fyri musealt virksemi, teimum etisku reglunum hjá ICOM. Les her

Í sambandi við avhending verður gjørd ein skrivlig avtala um, at gevarin letur tí almenna fullan ognarrætt til tað, ið verður avhendað. Tak niður oyðublað.
SAVNVØRÐIR

Erland Viberg Joensen
Savnvørður (lutir frá yngri tíð)
340 551
[email protected]

Helgi D. Michelsen
Savnvørður (fornlutir)
340 553
[email protected]

 
Tak niður oyðublað
í sambandi við avhending

Reglur um ognarrætt
til jarðfunnar fornlutir


Lóg um upphavsrætt