logo reytt/hvítt
 Um Søvn Landsins        Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
navnið 2        
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
T˙ ert her: Deildir | Fornminnissavni­
Madonna á Kirkjubøarstóli

Fornminnissavnið


Sambært lóg hevur fornminnissavnið skyldu til at skráseta, kanna og lýsa jarðføst fornminni, sum bústaðarleivdir, gravstaðir, húsatoftir og annað tílíkt, sum er friðað við løgtingslóg, og eisini bygningar og gripir.

Savnað verður tað, ið fólk vita, og tað, ið skrivað er, myndir, tekningar o.a.t., ið kann lýsa hesar lutir.

Savnið savnar, viðger og varðveitir gripir og hevur eftirlit við kirkjugripum.

Eisini er álagt tí at savna og varðveita fólkalívstilfar, sum frásagnir av manna munni um lív og virki hjá fedrum okkara.

Endamálið við hesum tilfari er at nýta tað í mentanarsøguligum granskingararbeiði, almennum upplýsingarvirksemi og skúlaundirvísing nú og í framtíðini.

Mentanararvurin er felags minni
Mentanararvurin er felags minni okkara um samfelag og liviumstøður hjá farnum ættarliðum. Fólk hava allar tíðir sett spor eftir seg í umhvørvinum. Hesi spor kunnu vera amboð, myndir, bygningar og onnur bygging.

Hesi spor hava mangan annan týdning fyri okkum, sum liva í dag, enn fyri tey, sum settu tey. Mentanarminnini sýna bæði framhald og broytingar gjøgnum tíðirnar. Tey eru tí støði undir tulkingum og fatanum okkara av fortíðini. Tey eru sostatt við til at gera fatan okkara av egnari tíð og skapan okkara av framtíðini.  
Hoyvíkin