logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Landsbókasavnið
Landsskjalasavnið
 
aa Avhending av skjølum
 
  Góðkenning
 
  Eftirlit
 
  Heimlán
 
  Ráðgeving
 
  Atgeingi til skjøl
 
  Lesistova
 
  Fjarlán
 
  Undirvísing og kunning
 
  Prísir
 
  Frágreiðingar
 
  Søgan um Landsskjalasavnið

Fornminnissavnið
Náttúrugripasavnið
 
Heimlán av avhendaðum skjølum

Allir almennir stovnar, sum hava avhendað savnindi til Landsskjalasavnið, kunnu lána tey savnindi, tey sjálvi hava avhendað, heim á stovnin. Hetta verður í vanligar talu nevnt heimlán.

Somuleiðis kunnu stovnar lána skjøl, sum hava við teirra virksemi at gera, frá stovnum, hvørs virksemi stovnurin heilt ella partsvís hevur yvirtikið.

Lánitíðin er 3 mánaðir.

Umbøn um heimlán verður send Landsskjalasavninum í minsta lagi 3 yrkadagar áðrenn savnindini skulu brúkast, til hesa teldupostadressu: [email protected]

Í umbønini skal standa:
  • Stovnsnavn
  • Navnið á tí, sum biður um ella sum skal brúka savnindini
  • Ár og journalnummar á savnindinum
  • Hvat málið snýr seg um
Starvsfólk á Landsskjalasavninum kunnu hjálpa til við at finna skjøl fram í savnindunum. Slíkar kanningar verða gjørdar fyri vanligt gjald. Sí prísir

Savnindini verða heintað og latin inn aftur á lesistovu Landsskjalasavnsins, V.U. Hammershaimbsgøtu 11, kj.
SAMBAND
Lena Nolsøe
340 531
[email protected]