logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Landsbókasavnið
Landsskjalasavnið
 
aa Avhending av skjølum
 
  Góðkenning
 
  Eftirlit
 
  Heimlán
 
  Ráðgeving
 
  Atgeingi til skjøl
 
  Lesistova
 
  Fjarlán
 
  Undirvísing og kunning
 
  Prísir
 
  Frágreiðingar
 
  Søgan um Landsskjalasavnið

Fornminnissavnið
Náttúrugripasavnið
 
Eftirlit við almennum stovnum

Landsskjalasavnið hevur eftirlit við skjalasøvnum hjá øllum almennum myndugleikum í Føroyum og ásetur reglur um skipan teirra. Myndugleikarnir hava tó sjálvir ábyrgdina fyri, at skjalasøvn teirra verða bygd upp og forsvarliga varðveitt og tað áliggur øllum almennum stovnum at hava neyðturviligt fyrilit fyri savnindum sínum.

Í hesum sambandi hevur Landsskjalasavnið sum fastan tátt í arbeiði sínum at vitja stovnar og aðrar myndugleikar við jøvnum millumbili.

Í sambandi við eftirlit verða umrødd journalir, journalskipanir og onnur stýrings- og skrásetingaramboð. Mál verða kannað, bæði fyri innihaldslig ella fysisk brek, og goymsluumstøður og –skipanir verða eftirhugdar. Samstundis verða møguligar avhendingarmannagongdir avtalaðar og vrakingarskipanir umrøddar.

Áðrenn vitjanina verða spurnabløð send myndugleikunum at fylla út, soleiðis at púra greitt er, hvat Landsskjalasavnið leggur dent á at umrøða. Spurnabløðini snúgva seg um ymisk viðurskifti, ið hava samband við journal, savnindi og goymslur, umframt stutta frágreiðing um lógargrundarlag og søgu hjá myndugleika.
SAMBAND
Sámal Tróndur F. Johansen
340 530

[email protected]