logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Landsbókasavnið
Landsskjalasavnið
 
aa Avhending av skjølum
 
  Góðkenning
 
  Eftirlit
 
  Heimlán
 
  Ráðgeving
 
  Atgeingi til skjøl
 
  Lesistova
 
  Fjarlán
 
  Undirvísing og kunning
 
  Prísir
 
  Frágreiðingar
 
  Søgan um Landsskjalasavnið
 
  aa Skjøl, sum atgongd er til

Fornminnissavnið
Náttúrugripasavnið
Biofar
Skjøl, sum atgongd er til

Landsskjalasavnið hevur tvey sløg av almennum skjølum á goymslu. Hesi eru savnindi hjá ríkismyndugleikum og lands- og kommunalum myngugleikum.

Umsitingarskjøl hjá lands- og kommunalum myndugleikum eru vanliga alment atgongd, táið hesi eru 30 ára gomul, undantikin eru tó skjøl við viðkvæmum ella trúnaðarligum upplýsingum, ið eru alment atgongd, táið hesi eru 80 ára gomul.

Fyri skjøl hjá ríkisstovnunum eru atgeingisfreistirnar 20 ár fyri umsitingarlig skjøl og 75 ár fyri skjøl við viðkvæmum ella trúnaðarupplýsingum um viðurskifti hjá einstaklingum.

Akfaraskráseting, atgeingisfreistin fyri skrásetingarnar er 30 ár.

Borgarligar sakir innihalda upplýsingar um privat viðurskifti. Atgeingisfreistin er 75 ár.

Familjurættarlig mál eru viðkvom privat viðurskifti og eru at finna í savnindunum hjá fútanum, sorinskrivaranum og ríkisumboðnum. Atgeingisfreistirnar eru 75 ár.

Dømi um familjurættarmál:
- Ættleiðingarmál
- Faðirskaparmál
- Sundurlesingar- og hjúnarskilnaðarmál
- Mál um foreldramyndugleika
- Mál um samverurætt
- Arvamál

Kirkjubøkur: Atgeingisfreistin fyri kirkjubøkur er 80 ár. Men orsaka av, at høvuðs-ministerialbøkurnar ikki verða avhendar Landsskjalasavninum fyrrenn tær eru 100 ára gamlar, eru kirkjubøkurnar, sum eru í varðveitslu á savninum, eldri enn 100 ár. Skanningar av teimum flestu gomlu kirkjubókunum eru nú lagdar á alnótina og kunnu síggjast á www.history.fo

Leititól: Dømi um leititól eru m.a. journalir, kopibøkur, navnaskráir, málslistar o.a. Atgeingisfreistirnar eru 80/75 ár ella 30/20 ár.

Privat savnindi. Skjalasavnslógin er ikki galdandi fyri privat savnindi. Tann, ið avhendir eitt privatarkiv, avger sjálvur atgeingisfreistina.

Skiftiprotokollir innihalda upplýsingar um privat viðurskifti. Atgeingisfreistin er 75 ár.

Tinglýsingar, skeyti- og pantiprotokollir eru alment atgongdar.



 
Samband:
Lena Nolsøe
340 531
lenan
@savn.fo