logo reytt/hvítt
 Um Søvn Landsins        Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
navnið 2        
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Landsbókasavnið
Landsskjalasavnið
 
aa Avhending av skjølum
 
  Góðkenning
 
  Eftirlit
 
  Heimlán
 
  Ráðgeving
 
  Atgeingi til skjøl
 
  Lesistova
 
  Fjarlán
 
  Undirvísing og kunning
 
  Prísir
 
  Frágreiðingar
 
  Søgan um Landsskjalasavnið
 
  aa Skjøl, sum atgongd er til

Fornminnissavnið
Náttúrugripasavnið
 
Søgan hjá Landsskjalasavninum

Landsskjalasavnið hevur til endamáls at tryggja varðveitingina av savnindum og skjølum, ið hava søguligt virði ella hava fyrisitingarligan og rættarligan týdning fyri borgarar og myndugleikar.

Landsskjalasavnið skal syrgja fyri, at varðveittu savnindini altíð eru tøk hjá myndugleikum og almenningi.

Landsskjalasavnið ansar eisini eftir, at umsitingarligar skrásetingarskipanir og skjalagoymslur hjá almennum myndugleikum eru tryggar og lúka tær treytir, sum eru settar í lógum og fyriskipanum.

Landsskjalasavnið hevur røtur aftur til 1859, tá Leigubúðin í Tinganesi varð innrættað til skjalagoymslu hjá landsins myndugleikum, men veruligt Landsskjalasavn varð tó ikki sett á stovn í Føroyum fyrr enn í 1932.

Tá flutti Landsskjalasavnið, saman við Amtsbókasavninum og Forngripagoymsluni, inn í nýbygdu bókasavnshúsini á Debesartrøð í Tórshavn. Í hesum bygningi hevði savnið høvuðssæti til 1974, tá flutt varð inn í V.U. Hammershaimbsgøtu 11, har eisini Heilsufrøðiliga Starvsstovan heldur til.

Í dag er høvuðsgoymsla og lesistova í V.U. Hammershaimbsgøta 11, meðan skrivstovur, skrásetingarhøli v.m. eru í sonevnda "Postmeistarahúsinum" í V.U.Hammershaimbsgøtu 24.

Aftrat hesum hevur savnið eisini høli í gamla landsbókasavnsbygninginum umframt stóra útgoymslu í leigaðum hølum í Tórshavn.

Millum almennu søvnini á Landsskjalasavninum finnast løgtingið, sorinskrivaraembætið, landfútaembætið, sýslurnar, kommunurnar, amtið, ríkisumboðið, fólkakirkjan, landslæknin, skúlamyndugleikarnir og landsstýrið.

Landsskjalasavnið goymir eisini hópin av privatum søvnum.
Í varðveitslu eru handilssøvn, søvn hjá ítróttafeløgum, peningastovnum, tryggingarfyritøkum, fakfeløgum, politiskum felagsskapum, einstaklingum o.ø.
Á goymslu hevur Landsskjalasavnið eisini hópin av kortum og tekningum, ið verða varðveitt í sjálvstøðugum savni.

Elsta varðveitta savnindi á Landsskjalasavninum er Kongsbókin frá 1298, men fyrsta veruliga skipaða savnið, ið er varðveitt, er tað hjá Sorinskrivaranum, ið byrjar við fyrstu tingbókini frá 1615. Við henni byrjar óbrotna røðin av skjølum, ið røkkur fram til okkara dagar.

Skjølini og savnindini fylla meira enn fýra kilometrar í goymslunum hjá Landsskjalasavninum.