logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Avhending frá privatum virkjum, feløgum og persónum

Landsskjalasavnið savnar, tekur ímóti og tryggjar eisini privat savnindi, sum verða hildin at hava stóran granskingarligan ella mentannarligan týdning. Slík privat savnindi, sum ikki eru avhend landsskjalasavninum, eigur savnið at skráseta.

Skrásetingin hevur við sær, at eigarin fær skyldu at boða landsskjalasavninum frá, um eigaraviðurskiftini verða broytt, ella savnindini verða flutt. Um skrásett savnindi verða flutt av landinum, hevur eigarin skyldu at geva landsskjalasavninum høvi at taka avrit av savnindunum, áðrenn tey verða útflutt.

Avhending av privatum savnindum er sjálvboðin. Avhending til Landsskjalasavnið fer fram sambært avtalu. Í avtaluni vilja m.a. vera ásetingar um, hvat skal avhendast, hvørjar treytir skulu galda fyri atgongd o.s.fr. Les meira.
Samband:
Sámal Tróndur F. Johansen
340 530
samaltrondurj
@savn.fo
Les meira um
Landsskjalasavnið