logo reytt/hvítt
 Um Søvn Landsins        Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Avhending av skjølum til Landsskjalasavnið

Landsskjalasavnið er almenna skjalasavn føroyska samfelagsins. Samlingarnar dokumentera søgu okkara í umleið 700 ár við skjølum úr samfelagsfyrisitingini.

Almennir stovnar skulu avhenda skjøl síni til Landsskjalasavnið í seinasta lagi tá tey eru 30 ára gomul. Tá skjøl verða avhendað, fer tað fram eftir nærri ásettum reglum, les meira.

Tað áliggur øllum almennum stovnum, bæði landsstovnum, ríkisstovnum í landinum, kommunum og kommunalum felagsskapum, at hava skil á og varðveita øll skjøl, sum eru framleidd í fyrisitingini.

Einki má beinast burtur uttan við loyvi frá Landsskjalasavninum, sum eisini hevur eftirlit við, at savnindini verða trygt varðveitt, áðrenn tey verða avhendað. Landsskjalasavnið setur tí krøv til, hvussu almenn søvn verða varðveitt, meðan tey enn eru á stovununum. Landsskjalasavnið nýtir í tí sambandi vegleiðingar hjá Statens Arkiver. 

Samband:
Sámal Tróndur F. Johansen
340 530

[email protected]
Snarvegir og oyðubløð

Avhending av KT-skipanum


Papírssavnindi frá varð-
veitslu til avhending
. [Pdf. Úr
arkivhondbókini].

Tøknilig krøv til tilfarsdygd.
[Pdf. Statens Arkiver].